Aftur GP-umfar í borðtennis

Leygardagin verður triðja umfar í Grand Prix-kappingini í borðtennis spælt í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík. Kappingin byrjar klokkan 11.45, og spælararnir eiga at møta í seinasta lagi klokkan 11.30.

Spennandi verður, hvat hendir hesa ferð, tí hinar báðar undanfarnu Grand Prix-kappingarnar hava verið undirhaldandi og eisini merktar av onkrum óvæntaðum úrslitið.

Ikki minst vakti tað ans, tá ein av teimum heilt ungu spælarunum, Eyðun Ellendersen, í fyrsta dystinum vann á fleirfalda meistaranum, Peturi Niclsen, í fyrstu kappingini, sum var í Skúlanum við Løgmannabreyt.

Men tá annað Grand Prix-umfarið var í Trongisvági, var Petur Niclasen aftur at síggja í vanliga forminum, og var hann so mikið sannførandi, at hann vann allar dystirnar og bara setti eitt sett til.