Nógvir 60 ára bólkar hava spælt seinastu 10 árini. Í ár eru bólkarnir Thunderbirds úr Vestmanna, X Rays av Argjum og Twilight úr Havn.
Thunderbirds úr Vestmanna hava fleiri ferðir spælt til Aftur í 60 árini. Vælupplagdir tónleikarar, sum í dag spæla nógv betur, enn teir gjørdu í 60 árunum.
Umframt vælspælda 60 ára tónleikin, so er fragd at lurta eftir fleirraddaða sanginum. Tað vóru teir fýra, Øssur Christiansen, Tróndur Streymoy, Jógvan Páll Johannesen og Jóan Magnus Olsen, sum mannaðu henda fyrikomandi og áhugaverda tónleikabólkin úr Vestmanna. Seinni er urguspælarin Gulakur Zachariassen komin við, og Gunnar Streymoy, bróðir Trónd Streymoy, hevur spælt rútmuguitar, tá ið Øssur Christiansen hevur verið til skips.
Í 1967 var ein poppkonsert í Sjónleikarhúsinum Í havn. Eftir hetta kendu øll teir fýra vestmannadreingirnar.
Trummusláarin og sangarin Tróndur Streymoy býr í Danmark, og kemur hann til Føroya at spæla enn einaferð.
X Rays
var ein vælumtóktur bólkur í 60 árunum og spælir enn, men tað er bert av og á til veitslur, brúdleyp og tílíkt. Tað eru teir fýra, Hans Edvard Hansen, sologuitar og sang, Eyðálvur Gulklett, bassguitar og sang, Hans Birgir Olsen, rútmuguitar, og Ove Mortensen, trummur, sum hava mannað bólkin. Í ár er Zacharias Johansen eisini við í bólkinum.
Teir byrjaðu í smáum til stuttleika at koma saman í 1966. Í 1968 spældu teir fyrstu ferð til almennan dans. X Rays hevur fyrr spælt til Aftur í 60 árini.
Tónleikarbólkurin
Twiligt
hevur verið við øll 10 árini. Tað er Twilight, sum øll árini hevur staðið fyri teknikkinum.