Aftur í dag er avmarkað sigling um Suðuroyarfjørð

Siglingin um Suðuroyarfjørð hevur verið óstøðug hesa vikuna, nú Galaxy avloysir Smyril, sum er í dokk, og Galaxy hevur avmarkingar, tá veðrið ikki er til vildar.

Og aftur í dag eru avmarkingar í siglingini um Suðuroyarfjørð.

 

Strandferðslan sigur soleiðis á ssl.fo:

 

 Avlýsing á leið 7

 

Fyri veður verður siglt soleiðis á leið 7, hósdag 11. septembur: Av Krambatanga kl. 6:00 og av Havnini kl. 15:00. Síðani verður ikki siglt meir tað ið eftir er av degnum.