Oliver Joensen hevur verið í nógvum vási. Í 1975 keypti hann, og gjørdist blaðstjóri á Norðlýsinum, og endamálið við blaðnum hevur verið greitt øll árini.
– Norðlýsið skuldi røkja áhugamálini hjá Norðoyggjum. Vit skuldu ansa eftir at vit her norðuri, eisini fingu ein part av køkuni. vit hildu at høvuðsstaðurin hevði ov nógv, og at vit skuldu hava meira.
Norðlýsið skuldi vera eitt aftursvar til ta sokallaðu høvuðsstaðarpressuna. Oliver Joensen heldur, at miðlarnir í Havn arbeiða fyri lokalum áhugamálum í høvuðsstaðnum, og á tann hátt eru teir einki øðrvísi enn Norðlýsið, sum hevur síni áhugamál í Norðoyggjum.
– Vit føldu, at teir koyrdu líka nógv eina lokala agenda í Havn, sum vit gjørdu her norðuri. Eitt nú ringdu gøtumenn til okkum, tá Víkingur hevði vinnuni ein dyst í Havn. Tá var tað ikki Víkingur sum hevði vinnið, men HB hevði tapt. Øll bløðini í Havn, skrivaðu at HB hevur tapt, og nú er øðilig gøla.
##med2##
Norðlýsið hevur verið fyri nógvum ákoyringum, men tað hevur ongantíð nervað Oliver Joensen.
– Tað hevur verið behagiligt at vera í Klaksvík. Vit hava fingið nógvar ákoyringar í Havn, men tað hevur perlað av.
Hann heldur, at tey á Norðlýsinum hava røkt sína uppgávu at vera atfinningarsom ímóti høvuðsstaðnum.
– Hinvegin hava vit verið vánalig til at gera vrøvl um tað, sum gongur fyri seg í okkara egna býráð.
##med3##
Eitt langt arbeiðslív
Oliver Joensen fór longu til arbeiðis sum 12 ára gamal. Hann arbeiddi uppi á loftinum á Spinnarínum, har tey turkaðu saltfisk. Síðani fór hann til skips. Hann fór við abba sínum við Polarfarinum at fiska sild, eisini var hann í Grønlandi við línubátinum Stella Maria, sum tá royndi eftir toski við snellu.
Síðani fór Oliver Joensen niður at ganga í skúla. Hann gekk á handilsskúlanum Købmandshvile í eitt ár. Síðani byrjaði hann á Niels Brock handilsskúlanum, men hann gjørdi ongantíð útbúgvingina lidna tí hann treivst ikki í Danmark. Komin heimaftur í 1971 fekk hann arbeiði á Norðlýsinum. Blaðið hevði tørv á einum setara, sum dugdi nýggjastu tøknina sum tá var. Seinni gjørdist hann blað- og myndamaður. Í 1975 fekk hann í boði at keypa Norðlýsið. Saman við fimm vinmonnum og nøkrum fyritøkum í Klaksvík keypti hann Norðlýsið fyri 25.000 krónur. Tá vóru tey 5 fólk, sum arbeiddu á blaðnum, hetta var blaðfólk, setari og grafikari. Blaðið bleiv prentað á Dagblaðnum. Elsa Biskopstø Joensen, kona Oliver, fór til Havnar við filmunum um morgunin, hon bíðaði til blaðið var prentað og koyrdi síðani norð aftur til Klaksvíkar.
##med4##
Tað gekk ikki sum ætlað, tá Oliver Joensen skuldi á pensjón, og hetta gjørdist ein døpur tíð. Ætlanin var at sonurin, John William Joensen, skuldi yvirtaka Norðlýsið, men hann gjørdist sjúkur av Parkinson, júst tá hann var blivin stjóri.
– Eg skuldi fara frá, men orsaka av sjúkuni noyddist eg at koma aftur, og tí fekk eg eini 3-4 ár sum vóru eitt sindur keðilig.
Í 2017 seldi Oliver Joensen Norðlýsið, og í dag eigur Jóhann Lützen blaðið. Oliver Joensen er framvegis knýttur at Norðlýsinum.
– Eg taki myndir, tá eg tími.
Og Oliver tímir væl. Hann avmyndar nærum hvønn dyst, sum KÍ spælir í Djúpumýru, landsdystir á Tórsvølli, og tá tiltøk eru í Klaksvík.
– Eg føli meg væl. Har er eingin forðing fyri at fara til arbeiðis, og eg vænti at halda fram í eini 10 ár afturat.
##med5##
Trívist ikki á sofuni
Tað er eingin trupulleiki at fáa tíðina at ganga. Oliver Joensen tímir ikki at liggja á sofuni og hyggja í sjónvarp, tað hevur stóran týdning at liva eitt virkið lív.
Oliver Joensen skipar tíðina hjá sær væl, og hvønn dag ger hann sær eina ætlan.
– Um eg, eitt nú, haldi at tað treingir til at dustsúgvast, so sigi eg við meg sjálvan, í morgin er tað dustsúgving á skránni, eg royni at liva uppá tann mátan.
Er veðrið gott, so eri hann á floti, í haganum, ella fiskar síl. Eisini hevur hann fleiri abbabørn, og ognir sum skulu røkjast. Í summar hava hann og konan Elsa málað húsini.
– Tá tú hevur eini hús sum hesi, krevur tað at tú tekur hond í allatíðina.
##med6##
Saman við beiggjunum eigur hann eitt fimmmannafar, sum teir arvaðu eftir pápan. Símun Jóhan Wolles av Eiði bygdi bátin í 1987. Oliver Joensen dámar væl at fara á flot við bátinum. Tað er lætt at draga og fara avstað við børnum og abbabørnum.
##med7##
Oliver Joensen hevur tikið stig til fleiri verkætlanir. Eitt nú sjómannadagin í Klaksvík. Hugskotið birtist í flúgvaranum úr Keypmannahavn. Oliver Joensen og Niclas Heri Jákupsson ferðaðust heim í sama flúgvara og fóru at práta um, at tað hevði verið hóskiligt at gjørt eitt tiltak í Klaksvík, sum hevði fiskivinnu í miðdeplinum.
Heimkomnir prátaðu teir tvær ferðir saman og settu síðani Sjómannadagin á stovn. Sjómannadagurin skuldi vera eitt rúsfrítt tiltak fyri familjuna, børn og vaksin, og alt skuldi vera ókeypis. Teir fingu 10 fólk við sær, og fóru undir at søkja pengar. Fíggingina fingu teir beinanveg.
Sjómannadagurin fekk góða undirtøku og líkist framvegis sær sjálvum. Tiltakið er vaksið hvørt ár. Fyri tveimum árum síðani gavst Oliver Joensen í arbeiðinum við sjómannadegnum.
– Eg hopi at sjómannadagurin framhaldandi fer at liva, og sum tað var seinast so sær hann ikki út til at minka, hóast eg eri farin.
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##