Á fundinum skiftu nevndirnar orð um týdning fólkakirkjunnar fyri føroyska samfelagið, herundir skipan, arbeiðið við diakoni, vavið av sjálvbodnum arbeiði, ungdómsarbeiði, umframt samstarv við fríkirkjur og annað.
Eisini varð komið inn á støðu fólkakirkjunnar síðan yvirtøkuna í 2007, umframt felagseyðkenni og munir millum føroysku og donsku fólkakirkjuna.
Nevndarlimirnir í Fólkatingsins kirkjunevnd, sum vitja í Føroyum, eru:
Søren Espersen, formaður, Kim Aas, Karin Gaardsted, Heidi Bank, Theresa Berg Andersen, Carl Andersen og Katrine Daugaard.