Nýggjar flogbóltsreglur vera galdandi

Her eru broytingarbar hjá altjóða flogbóltssambandinum

Mynd: FBF

Flogbóltssamband Føroya skrivar:

 


- Nýggjar flogbóltsreglur (CEV/FIVB)

 

Nú kappingarárið byrjar, skulu vit kunna um nýggju reglurnar, sum framyvir verða galdandi. 


Her eru broytingarnar í kappingarreglunum:

 

Liðið ið servar: kann nú standa frítt hvar sum helst á vøllinum, tá serva verður. 

 

Skerming: Liðið ið servar má ikki lyfta hendur uppum høvd undir servu ella standa saman í einum trunka. 

 

Bólturin uttanfyri antennurnar: Bert fyrsta nerting kann spælast víðari, um bólturin fer úttum antennurnar. Um tað er onnur ella triðja nerting verður bólturin dømdur ”Úti” beinavegin.

 

Dupult slag: Undir heving er dubult slag nú loyvt, so leingi bólturin verður á egnari síðu. Feilur verður bara dømdir, um nertingarnar eru heilt greitt tvær atsøknir, ella bólturin fer yvirum netið.

 

Byrjan av serv: Mótstøðuliðið kann frítt flyta seg tá servarin hevur kasta bóltin upp til serv.

 

Hetta ger spælið skjótari, greiðari og meira spennandi! Skrivar FBF.

 

Mynd: FBF