Teis hevur skotið fyrstu málini í bestu donsku hondbóltsdeildini

Ribe-Esbjerg megnaði at vinna á oddaliðnum í kvøld

Mynd: Ribe-Esbjerg

Landsliðsleikarin, Teis Horn Rasmussen spælir nú í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Teis og nýggju liðfelagarnir í Ribe-Esbjerg tóku í kvøld móti oddaliðnum, Bjerringbro/Silkeborg í Blue Water Dokken høllini. Tað eydnaðist Ribe-Esbjerg at vinna dystin 34-30. Í steðginum vóru vesturjútlendingarnir frammanfyri 18-14.

 

Talan var um fyrstu stigini hjá Ribe-Esbjerg í hesum kappingarárinum. Og samstundis fyrsta tapið hjá Bjerringbro/Silkeborg.

 

Teis fekk tveir málmøguleikar, og hann setti báðar í netið. Talan er um fyrstu málini hjá Teis í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Mynd: Ribe-Esbjerg