Macron sendir fronsk jagaraflogfør til Póllands

- Evropa fer ikki at geva eftir fyri russiskum hóttanum, sigur franski forsetin

Franski forsetin, Emmanuel Macron, sigur, at hann fer at senda trý jagaraflogfør til Póllands, sum skulu verða við til at verja pólskt loftrúm.

 

Hetta veit tíðindastovan, AFP, at siga í kvøld.

 

Avgerðin hjá forsetanum er tikin eftir, at Pólland skuldsetir Russland fyri at hava framt eitt dronuálop á pólskum landaøki.

 

- Eftir russisk dronuálop móti Póllandi havi eg tikið avgerð um at senda trý Rafale-jagaraflogfør at hjálpa til við at verja pólskt loftrúm.

 

Hetta skrivar Emmanuel Macron á X, fyrrverandi Twitter. Hann leggur aftrat, at flogførini eisini skulu verja sameind Nato-lond á leiðini.

 

Sambært AFP stendur franski forsetin við orð síni um, at Evropa fer ikki at geva eftir fyri russiskum hóttanum.