Valur mátti lúta fyri FH á heimavølli

Fyrsta tapið hjá Allani Norðberg, Bjarna í Selvindi og liðfeløgum teirra hetta kappingarári er veruleiki

Longu í øðrum umfarinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini upplivdu Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagar teirra í Vali at tapa ein dyst.

 

Á heimavølli í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík tapti Valur í kvøld 27-32 fyri FH. Í steðginum var FH greitt á odda 18-12,.

 

Valur hevur tvey stig fyri tveir dystir. Bjarni skoraði trý mál, og Allan skoraði eitt mál. 

 

Sveinur Olafsson og liðfelagarnir í Afturelding vunnu á útivølli í Kóparvogi 29-26 á HK. Í fyrra hálvleiki sá einki út hjá Afturelding. Í steðginum var HK á odda 16-12. Men í seinna hálvleiki lá ræðið fyri hjá Afturelding. 

 

Afturelding hevur fýra stig fyri tveir dystir. Sveinur skoraði eitt mál í kvøld. Hallur Arason er uttanfyri við skaða.