Netanyahu: - Tað verður eingin palestinskur statur

Ísraelska stjórnin heldur fram við síni umstríddu ætlan um at veksa um talið av nýggjum búsetingum á Vestara Áarbakka

Í dag undirskrivaði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, eina avtalu, sum loyvir einari munandi víðkan av ísraelsku búsetingunum á Vestara Áarbakka.

 

- Hetta er á hertiknum landaøki, nærindis Jerusalem, veit tíðindastovan Reuters at siga í kvøld.

 

Henda ætlan hjá ísraelsku stjórnini er umstrídd, eitt nú, tí hon byrgir av Vestara Áarbakka frá eystara parti av Jerusalem.

 

ST sigur, at ísraelsku búsetingarnar á Vestara Áarbakka eru ólógligar og brot á fólkarættin, og ST sigur eisini, at hetta er ólóglig hertøka av landaøki.

 

- Tað verður eingin palestinskur statur, sigur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, í dag sambært Reuters.

 

Kríggið í Gazageiranum heldur fram, og í dag hevur ísraelski herurin sent út flogseðlar í Gazabýi, har íbúgvar fáa boð um at fara úr býnum.

 

Reuters veit eisini at siga, at fleiri hundrað túsund palestinar, sum eru flýddir úr øðrum pørtum av Gazageiranum, eru í Gazabýi.

 

Ísraelski herurin hevur lagt fleiri stórar bygningar í býnum í oyði, og alt bendir á, at herurin ætlar at halda fram við hesum - í royndini at berja niður Hamas.