Eurohandball hevur lagt út samandráttirnar frá dystunum hjá liðunum hjá Óla Mittún og Hákuni West av Teigum í Champions League í kvøld.
Hákun og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu á útivølli 40-34 á franska liðnum, Nantes. Í steðginum var Nantes á odda 17-16, men í seinna hálvleiki vóru berlinararnir greitt omaná.
Hákun skoraði seks mál upp á sjey málroyndir.
Óli skoraði fimm mál upp á seks málroyndir, og var saman við Lasse S. Vilhelmsen toppskjútti hjá GOG, tá GOG á útivølli tapti 32-37 (14-25) fyri Barcelona.
HER ber til at síggja samandráttirnar hjá Eurohandball frá dystunum hjá GOG og Füchse Berlin:
##med2##
##med3##