Niels Finsens gøta og Vaglið stongt

Í næstum er tiltakið Slaktið á skránni í Havn.

 

Í hesum sambandi hevur Tórshavnar kommuna hesa fráboðan:

 

Í sambandi við Slaktið 13. september, verður Niels Finsens gøta frá Sverrisgøtu oman á Vaglið og parkeringspláss frammanfyri ráðhúsið stongt fyri ferðslu og parkering, fríggjadagin 12. september frá kl. 18 fram til leygardagin 13. september kl. 18.