Tvøroyrar kommuna tryggjar djóralæknatænastu í Suðuroynni

Kristin Michelsen, borgarstjóri og Christian John-Pedersen, djóralækni framman fyri kommunuskrivstovuna á Tvøroyri.

Tvøroyrar kommuna hevur gjørt avtalu við fyritøkuna Tín Djóralækni v. Karina Poulsdóttir Debes og Christian John-Pedersen um veitan av regluligum viðtalum í Suðuroynni.

 

Hetta merkir, at í nærmastu framtíð verður møguligt at fáa djóralæknahjálp á staðnum –í einum snotiligum og vælútgjørdum høli í nýggja tænastubygninginum á havnalagnum á Tvøroyri.

 

Tænastubygningurin kann nýtast til eina breiða røð av tiltøkum og tænastum – til gagns fyri bæði borgarar og vitjandi, og kemur Tín Djóralækni at hava viðtalu í bygninginum eftir tørvi, væntandi 1–2 dagar um mánaðin.

 

–Tvøroyrar kommuna sær hetta sum eitt veruligt framstig og ein týðandi liður í arbeiðinum at bøta um djóralæknatænasturnar í Suðuroynni. Við hesum sleppa djóravinir í Suðuroynni undan at taka ein heilan arbeiðsdag frí fyri at ferðast longu leiðina til miðstøðarøkið, um tørvur er á djóralækna viðtalu. 

 

Heilsukanningar, koppsetingar og minni skurðviðgerðir á staðnum

 

‍Tín Djóralækni er ein nýggj djóralæknafyritøka, sum veitir útikoyrandi tænastur. Tey bjóða bæði heimavitjanir, heilsukanningar, koppsetingar, medisinskar viðgerðir og minni kirurgiskar viðgerðir – so sum kastreringar og sterilisatiónir av kettum og hundum, stendur millum annað at lesa á tvk.fo.

 

Kristin Michelsen, borgarstjóri og Christian John-Pedersen, djóralækni framman fyri kommunuskrivstovuna á Tvøroyri.