Aftur ilt millum Barcelona og Arsenal

Hóast bæði liðini standa fyri somu fótbóltshugsan, so eru tey sjálvdan samd um nakað annað. Í kvøld bresta tey saman á Nou Camp í Champions League. Stríðsmál um Cesc Fabregas og Jon Toral hava fylt bløðini í Onglandi og Spania síðani tað gjørdist greitt, at Arsenal og Barcelona skuldu møtast í Champions League. Undan dystinum í kvøld er tað Arsenal miðvallarin, Jack Wilshere, ið er komin í klemmu. Arsené Wenger, venjari hjá Arsenal, hevur saman við ensku fjølmiðlinum nógv rós at bera 19-ára gamla Jack Wilshere. Men Barcelona venjarin vil ikki orduliga spæla við.

 

- Hann kann gerast ein góður leikari fyri Arsenal og Ongland, men vit hava fleiri líknandi leikarar á okkara eykaliðið, sigur ein speiskur Josep Guardiola.

 

Fyrrverandi Barcelona liðskiparin hevur seinastu tíðina verið innlagdur á sjúkrahúsi við pínu í rygginum. Men tað hevur ikki steðgað honum í at skjóta víðari eftir Arsenal.

 

- Jack Wilshere er heppin, at Arsenal hevur tíð og ikki er undir trýsti sum vit at vinna steyp, sigur Josep Guardiola víðari.

 

Arsené Wenger hevur tó verið ein partur av fótbóltsheimum leingi, so hann dugur at svara aftur.

 

- Eg velji at brúka Jack Wilshere tí hann er góður nokk. Eg havi verið venjari leingi nokk til at vita nær ein spælari er klárur at spæla. Øll vita eisni, at eg eri undir trýsti í Onglandi at vinna, svarar Arsené Wenger aftur.

 

Tað er framvegis ógreitt, um Robin van Persie verður tøkur í kvøld. Cesc Fabregas gongur helst á odda, tá Arsenal leikarnir koma á vøllin, hóast hann eisini hevur verið darvaður av skaða í seinastuni.

 

Arsenal vann fyrra dystin 2-1 á Emirates leikvøllinum í London.

 

Champions League 1/8 finalur:

 

Barcelona ? Arsenal (19:45)

Shakhtar Donesk ? Roma (19:45)