Aftur málleyst millum Skála og B36

Fyri aðru ferð í ár endaði dystur millum Skála og B36 málleysur 0-0. Dysturin var hendingaríkur við fitt av málmøguleikum, men eingin fann málið

Skála 2 bóltar

B36 2 bóltar 



Bæði Skála og B36 hava havt trupult við at skora mál í ár. Hetta prógvaðu bæði liðini so dyggiliga, tá ið tey hittust á Skála í gjárkvøldið. Í nógva regninum høvdu liðini trupult við at fáa glið á spælið, og dysturin var satt at siga eingin fótbóltsuppliving. Teir fáu málmøguleikarnir endaðu allir úrslitaleysir.


Skála omaná

Vøllurin á Skála var sera hálur og bólturin ferðaðist ómetaliga skjótt, hvat ið eisini gjørdi spælið óskipað og tilvildarligt. Ljósið í myrkrinum var tó Skála, sum spældi seg fram til teir málmøguleikar, ið vóru at síggja í fyrra hálvleiki. Í 5. minutti var Óbi nær við at leggja heimaliðið á odda, men Meinhard Joensen í B36-málinum fekk bjargað bóltinum út til horna. Løtu seinni var Óbi aftur hálvfríur, men Meinhard var aftur bjargingarmaðurin hjá B36.

Eftir eitt korter við yvirlutan, misti Skála yvirtakið til B36, men vandamiklir gjørdist havnarmenninir ongantíð. B36 fekk nógv fríspørk, men tá ið deyðbóltsstøðurnar hjá B36 heldur ikki eydnaðist, var ikki annað enn sannlíkt, at fyrri hálvleikur endaði málleysur.


Tvey reyð kort

Í seinna hálvleiki hendi ikki nógv fyrsta korterið, men eftir tað kom sanniliga lív í. Bara tveir minuttir eftir at Poul N. Poulsen hjá Skála var innskiftur, varð hann rikin av vølli. Hann kom ov seint eftir einum bólti, sum endaði hjá B36-málverjanum, og áðrenn hann rann framvið málverjanum, náddi hann at seta botnin av gagguni á málverjan. Ein støða, sum tryggjaði Poul reyða kortið. Við sær av vøllinum fekk hann eisini B36-málverjan, sum misti høvdið, og við einum sparki hevndi seg inn á Poul.

Við tveimum monnum færri á vøllinum gav hetta nógv pláss til bæði liðini, og serliga miðvøllurin var tunnur. Liðini tóktust alt ov ótolin, og heldur enn at gagnnýta nógva plássið á miðvøllinum, so vóru langir bóltar oftast loysnin. Ein loysn, sum ikki gav nakað mál í dystinum. Bergur Midjord hjá B36 var tættastur at avgera dystin, men roynd hansara, sum var í sjálvari yvirtíðini, brast stongina.

Dysturin endaði 0-0, og Skála fekk eitt stig í botnstríðnum, har teir framvegis eru undir niðurflytingarlinjuni. Teir hava bara skotið sjey mál í 11 dystum, og hetta er fæst í Formuladeildini.

Við eina stignum liggur B36 nú einsamalt á 2. plássi, eftir at HB einki stig fekk í Gundadali.