Seinast liðini hittust komu ikki færr enn 12 mál. Í kvøld spældu tey í Premier League, og hesa ferð komu sjey mál. Fimm til gestirnar úr Arsenal, og tvey til Reading.
Arsenal hevur havt ein misjavnt kappingarár, meðan Reading er botnproppur í Premier League. Tað gjørdist tó skjótt greitt, at hetta var ein av góðu døgunum hjá Arsene Wenger og hansara monnum.
Longu aftaná eitt korter legði Lukas Podolski gestirnar á odda. Fyri hálvleik økti spaniólin, Santi Carzola, tvær ferðir. Tá dysturin var ein tíma gamal, skoraði Santi Carzola sítt triðja mál og harvið reint hattrick. Hann er triði spaniólin, sum hevur gjørt tað í Premier League. Hinir báðir eru Jordi Gomez og meira navnframi Fernando Torres.
Adam Le Fondre og Jimmy Kebe minkaðu um munin stutt seinni, men Theo Walcott sløkti allar vónirnar hjá botnliðnum, tá tíggju minuttir fyri tíð skoraði til endaliga úrslitið, 5-2 til Arsenal.
Arsenal var nógv betri allan dystin. Helst skuldu teir havt verið á odda við tvífalt so nógvum málum, men neyvleik sveik í løtum. Hinvegin, so vísti Reading, at tað kann ganga skjótt í fótbólti, tá teir tvær ferðir upp á fimm minuttir minkaðu um munin.
Arsenal liggur nú á einum deildum fimta plássi saman við Everton og West Bromwich Albion. Reading liggur aftast og hevur seks stig upp til niðurflytingarstrikuna.
Premier League:
Reading Arsenal 2-5