Í gjárkvøldið vóru mótmælistiltøk uttan fyri amerikonsku sendistovurnar í Marokko, Tunesia og Egyptalandi, har fólk mótmæltu einum filmi, sum fer illa við Muhammed profeti. Maðurin, sum hevur gjørt filmin, býr í USA.
Uttan fyri sendistovuna í Casablanca í Marokko vóru fleiri hundrað mótmælisfólk, men alt fór friðarliga fram har. Í Tunis mátti løgreglan brúka táragass fyri at reka umleið 300 fólk burtur frá amerikonsku sendistovuni, og í Kairo tók løgreglan fýra menn, sum vóru farnir inn á økið hjá sendistovuni.
Fyrrakvøldið doyði amerikanski sendiharrin í Libya, Christopher Summers, tá mótmælisfólk lupu á amerikanska konsulátið í Benghazi. Amerikanskir myndugleikar siga nógv benda á, at álopið var væl fyrireikað, og fleiri halda, at ein felagsskapur við tilknýti til al-Qaeda kann hava skipað fyri atsóknini á 11 ára degnum fyri yvirgangin í USA tann 11. september í 2001.