VIDEO: Verjumistak og heppið mál hjá Neman kostaðu KÍ dýrt

(Video) Síggj málini Neman Grodno skoraði í vanligu leiktíðina, og brotssparkskappingina sum Neman vann á KÍ

KÍ er samlað úti úr Conference League undankappingini við minsta samlaða marginali, aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping.

 

KÍ vann fyrra dystin móti Neman Grodno 2-0 á Tórsvølli, og leingi sá tað gott út hjá KÍ í Szeged í Ungarn.

 

Men í 80. minutti gjørdi Daniel Johansen eitt mistak, har hann kom at spæla bóltin við bringuni til Gulzhigit Borubaev, ið skoraði til 1-0 til Neman, og so var belarussiska liðið veruliga tendrað. Fýra minuttir seinni var Yuri Pantya rættiliga heppin, tá eitt skot hjá honum avrættaði og snýtti Sebastian Linnet John í málinum. Og so var samlaða støðan javnleikur 2-2.

 

KÍ yvirlivdi longdu leiktíðina, og so mátti brotssparkskapping til. Sebastian Linnet John megnaði ikki at bjarga nøkrum belarussiskum brotssparki, ið øll vóru væl tikin. Patrik Johannesen brendi fyri KÍ, og so vann Neman Grodno 7-4, og samlað 7-6. Ógvuliga súrt hjá KÍ. Og nú kemur Rayo Vallecano ikki á vitjan á Tórsvølli.

 

Neman Grodno skapti ikki nógv í teimum báðum dystunum móti KÍ, men teir høvdu fýra hepnar minuttir, og eina góða brotssparkskapping. 

 

KÍ og Víkingur ruku út við samlaðum eittmálstapi. Mikkjal K. Thomassen og AIK Stockholm ruku út, og liðið hjá Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík tapti samlað 3-4 fyri Brøndby, hóast teir vunnu 3-0 í Reykjavík. Jóannes Bjartalíð og liðfelagarnir í Fredrikstad taptu samlað 1-5 fyri FC Midtjylland í Europa League undankappingini. Men Jóannes og liðfelagarnir sleppa at spæla tveir Play Off dystir í Conference League móti ensku steypavinnarunum, Crystal Palace. So Jóannes fær, ið hvussu er eina stóra uppliving. 

 

HER  ber til at lesa dystarfrásøgnina hjá Jóannesi Hansen.

 

HER ber til við einum entusisastiskum belarussiskum frásøgumanni at síggja málini hjá Neman, og øll 10 brotsspørkini í brotssparkskappingini:

 

##med2##

 

 

 

Neman Grodno – KÍ 2-0 (0-0) -eftir longda leiktíð og brotssparkskapping 7-4, og samantalt 7-6 til Neman Grodno.

 

1-0: Gulzhigit Borubaev 80.

 

2-0: Yuri Pantya 84.

 

Brotssparkskapping:

 

0-1: Árni Frederiksberg

 

1-1: Yegor Parkhomenko

 

1-1: Patrik Johannesen – brendi

 

2-1: Yuri Klochkov

 

2-2: Jákup B. Andreasen

 

3-2: Yegor Zubovich

 

3-3: Daniel Johansen

 

4-3: Maksim Kravtsov

 

4-4: Gilli Rólantsson Sørensen

 

5-4: Valon Ahmedi

 

KÍ: Sebastian Linnet John – Jóannes K. Danielsen (Claes Philip Kronberg, 106.), Odmar Færø (Gilli Rólantsson Sørensen, 11.), Deni Pavlovic (Martin Gonzalez, 106.), Gaston Nicolas Tellechea, René Shaki Joensen (Dávid B. Andreasen, 81.) – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson (Daniel Johansen, 61.), Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen – Páll A. Klettskarð (Mads Bo Mikkelsen, 81.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Mark F. Jensen, Robert Williams, Jonn Johannesen, Filip Brattbakk, Páll Müller, Ahmed Latif,

 

Gult kort: Gilli Rólantsson Sørensen, Mads Bo Mikkelsen, Patrik Johannesen

 

Reytt kort: Mads Bo Mikkelsen 112.

 

Venjari: Magnus Powell