Champions League: Hetta er ikki fyrstu ferð, at José Mourinho rennur seg í Barcelona í Champions League. Við Chelsea rendi Mourinho seg fleiri ferðir í spanska stórfelagið, og so seint sum í bólkaspælinum í ár stóð Barcelona aftur á skránni.
– Persónliga er hetta er mín fjórða Champions League-hálvfinala. Eg havi vunnið eina, tapt eina upp á brotssparkskapping og tapt eina, orsakað av einum máli, ið ikki var, sigur Jose Mourinho, ið sipaði til, tá Liverpool í 2005 vann 1-0 á Anfield ímóti táverandi liði hansara, Chelsea.
– Vit hava vunnið fimm dystir á rað og hava uppiborið at rokkið hálvfinalunum. Tú kanst siga, at Inter er eitt broytt lið í Champions League-høpi. Vit hava ein dreym um at koma í finaluna, men Barcelona hevur fyrimun av at spæla seinnu hálvfinaluna á heimavølli.
Hetta er fyrstu ferð síðani 2003, at Inter spælir seg í hálvfinalunar í Champions League.