Um hálvgum níggjutíðina í gjárkvøldið vóru aftur fólk inn á gamla bakarínum hjá Frants Restorff í Havn, sum ikki hava rætt at vera har. Talan er um ein serligan bólk av fólkum við rúsdrekkamisnýtslu. Hesaferð var talan um fýra mans, sum partvís eru teir somu, sum hava verið áður. Seinast løgreglan rak fólk úr bygninginum vóru tey átta fólk, fýra mans og fýra kvinnur.
Løgreglan hevur hildið eyga við bygninginum í nátt, men tá hevur eingin verið har.
Tey høvdu ikki brotið seg inn. Tað var ikki neyðugt, tí har var ein hurð, sum var opin.
Í nátt hevur løgreglan eisini verið eftir nummarplátu. Fimm sett vórðu tikin í høvuðsstaðarøkinum av bilum, har eigarin ikki hevur verið til sýn ella rinda veggjald, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun.