Aftur støðugt samband til Suðuroy og Sandoy

Vegna brek á sjókaðali millum Suðuroy og Sandoy hava flestu fjarskiftistænastur í dag verið avmarkaðar og óstøðugar í bæði Suðuroy og Sandoy.

Vegna brek á sjókaðali millum Suðuroy og Sandoy hava flestu fjarskiftistænastur í dag verið avmarkaðar og óstøðugar í bæði Suðuroy og Sandoy.
 
Umleggingar hava gjørt, at nú eru flestu tænastur støðugar aftur í Sandoy, men tað eru framvegis avmarkingar í Suðuroy.
 
Serliga merkist hetta á breiðbandstænastum og 3G, men eisini aðrar tænastur hava skerdan kapasitet.
 
Seinasta heyst kom brek á kaðalin sum liggur millum Hvalba og Miðvágs. Ávegis arbeiði er gjørt at rætta tað brekið, men av tí at talan er um langt strekki, har kaðalin hevur brek, er hetta ikki rættað enn.
 
Støðan er tí tann, at Suðuroy bert hevur samband yvir loftlinjur, t.v.s. radiosamband. Tað merkir, at tænasturnar eina tíð vera skerdar. Farið verður skjótast gjørligt at umvæla íkomna brekið.