Hondbóltur ? menn
Talan varð nærum um rokdyst, tá VÍF tíðliga í endaspælinum tryggjaði sær tvey stig móti kollfirðingum í einum sera spennandi dysti, sum varð avgjørdur við seinasta skotinum í dystinum.
Hóskvøldið hittust liðini aftur, og tó at talan ikki varð um seinasta skotið, sum varð avgerandi, so var talan aftur um ein sera spennandi dyst, sum eisini hevði nakað av dramatikki við.
Stóð nógv á
Tað var nevnliga sera, sera javnt allan dystin. Vestmenningar vóru kanska teir, sum byrjaðu betri, men tað var tó rættiliga skjótt, at kollfirðingar fingu fatur á tærra endanum. Serstakliga sótu skotini hjá teimum báðum útlendingunum, Durica og Iljan, væl, og áðrenn nakar veruliga vardi tað, vóru kollfirðingar brádliga á odda.
Hetta skuldi eisini vísa seg at vera ein leiðsla, sum skuldi halda megin partin av dystinum. Vestmenningar stríddust at koma inn aftur í dystin, men hvørja ferð teir fingu togað nakað inn, svaraðu kollfirðingarnir aftur. Ikki fyrr enn kollfirðingarnir fyrst fingu Vagn Johannesen tveittan heilt út, og síðani fingu eina vanliga útvísing stutt eftir, fór at bera til hjá oddaliðnum. Teir megnaðu at koma framum, men framvegis stóð nógv á. Eitt og tvey mál var munurin tað, sum eftir var av dystinum, og fram móti dystarenda gjørdist rættiliga heitt, tá Rógvi Nielsen fekk beinleiðis reyða kortið. Leiðslan helt tó allan vegin á mál, og enn einaferð kundu vestmenningar fegnast um ein tepran sigur, meðan kollfirðingar hinvegin enn eina ferð kundu iðra seg um eitt eins tepurt tap.
Ein restar
Við sigrinum tryggjaðu vestmenningar sær, at tað nú veruliga er lagt upp til eina sanna veitslu, tá Neistin kemur á vitjan um vikuskiftið. Sum er, so kann Neistin røkka 30 stigum, men verður talan um heimasigur hjá VÍF, so verður hetta minkað niður í 28, samstundis sum VÍF tá hevur 29 stig.
Við øðrum orðum, so merkir ein sigur til VÍF sunnudagin, at teir eins og kvinnuliðið verða meistarar annað árið á rað, og so munnu bæði spælarar og áskoðarar leggja vertin á, at tað mangan hevur riðið um snarið, tá á pappírinum lættir dystir hava verið leiktir. VÍF er mest sum hvørja ferð farið av vøllinum við báðum stigunum, og fram um alt, so eru tað hesi, sum telja.
Dysturin í tølum
KÍF-VÍF 29-30 (16-13)
Málskjúttar:
KÍF: Durica Tomic 9(3), Iljan Topic 7, Kristian Madsen 5, Eddie Joensen 2, Vagnur Johannesen 2, Rógvi Weihe 2, Jákup Dam 1, Petur Martin Poulsen 1
VÍF: Sámal Joensen 12(5), Áki Olsen 5, Agnar Joensen 3, Piti Negru 3, Petur Fr. Joensen 2, Daniel Rápa 2, Harald Bjørgvin 1, Ragnar Zachariasen 1, Rógvi Nielsen 1
Brotskøst: KÍF 4, VÍF 3
Útvísingar: KÍF 2, VÍF 2
Diskvalifikatión: KÍF 1, VÍF 1 (Báðar beinleiðis reytt)
Dómarar úr Neistanum/Kyndli: Kristian Johansen & Niels Viggo Niclasen.
Mynd: KÍF-VÍF
Tað var enn eina ferð um reppið, men endin varð kortini, at VÍF vann grannauppgerðina, og nú er guli herurin bert ein dyst frá gullmerkjunum