Aftur til tað gamla

Fyri teimum flestu amerikanarunum hava tey seinastu trý árini verið ov hendingarík við yvirgangsatsóknum, búskaparligum bakkasti, ósemju tvørtur um Atlantshavið og kríggi. Tilboðið hjá demokratunum er tí at venda aftur til tað gamla

Aftan á fyrra heimsbardaga vóru amerikanararnir troyttir av kríggi. Ímóti teirra vilja bleiv USA drigið upp í kríggið í teimum fronsku skotgravunum, og tá kríggið loksins endaði, var Woodrow Wilson, forseti, fremsti talsmaðurin fyri at stovna Fólkasamgonguna.
Kríggið gav amerikanarunum eina øðrvísi uppfatan av teirra gerandisdegi, tí brádliga vóru heimsins trupulleikar vorðnir teirra trupulleikar, og nógvir teirra tráðaðu eftir friði, tá kríggið var av.
Tað skilti republikanska forsetavalevnið Warren G. Harding. Á forsetavalinum í 1920 lovaði hann amerikanarunum, at teir skuldu sleppa at venda aftur til tað gamla. Tað gav eisini úrslit. Harding vann stórsigur á demokratunum.
Í dag er støðan tann øvugta.
Hvønn einasta mánað tey seinastu trý árini hava vit havt tilburðir, sum koma at standa í teimum amerikonsku søgubókunum. Búskaparlig afturgongd. yvbirgangur, kríggj í Afghanistan, aftur yvirgangur, kríggj í Irak, diplomatiskt kríggj við Evropa, áhaldandi ávaringar um yvirgang, herseting í Irak og so sjónbandsupptøkurnar av monnum við gekkaskorti og knívi í hond.
? Hetta tíðarskeiðið hevur verið spennandi, ov spennandi, hevur tann konservativi viðmerkjarin Peggy Noonan sagt.
Sum í 1920
Tað ber ikki til at lasta Bush, forseta fyri alt tað illa, sum er hent, men summum hevur hann skyldina av, og nú royna demokratarnir at gera tað sama, sum Harding gjørdi á sinni. Teir bjóða amerikanarunum at venda aftur til tað gamla.
Á landsfundinum hjá demokratunum herfyri gjørdu tveir fyrrverandi forsetar, Jimmy Carter og Bill Clinton, nógv burtur úr júst hesum spurninginum.
? Vit royndu teirra politikk í tólv ár, síðani royndu vit okkara politikk í átta ár, og nú hava vit aftur roynt teirra politikk í fýra ár. Tað avgerandi er, at fólk hava tað betri, tá stjórnarskeiðið er av, og í so máta virkar okkara politikkur betur, segði Clinton.
Tann 11. september í 2001 broytti amerikanararnar og tað amerikanska samfelagið. Ta fyrstu tíðina aftan á álopið stóðu amerikanararnir sum ein maður, men sambært Clinton misnýtti Bush støðuna við tí úrsliti, at amerikanska tjóðin sjáldan hevur verið so tvíbýtt sum júst nú.
11. september broytti eisini amerikanskan politikk. Í síðstu øld vóru tað demokratarnir , sum tosaðu um ábyrgd mótvegis umheiminum, meðan republikanararnir hugsaðu um tey heimligu viðurskiftini fyrst. Spurningurin er so, um amerikanararnir eru vorðnir troytytir av kríggi eins og í 1920, og um tað fer at geva sama úrslitið sum tá - bara øvugtan veg.
? Amerikanararnir vilja helst hava spenning í lívinum, men teimum dámar eisini best, at amerikanska søgan er keðilig. Tí vilja nógvir venda aftur til tað gamla, skrivaði Peggy Noonan í Wall Street Journal herfyri.
(Keldur: Wall Street Journal og Berlingske Tidende)