Aftur til Vestmanna

Áki Olsen, sum fyri stuttum gjørdist føroyameistari við Neistanum, hevur nú boðað frá, at hann verður aftur hjá barndómsfelagnum, VÍF komandi kappingarár

Í farnu viku frættist, at Áki Olsen hevur gjørt av at fara aftur til barndómsfelagið, VÍF.

Í fjør var hann annars partur av gullvinnarunum úr Neistanum, har hann saman við Heina Joensen stóð fyri stórum parti av neistamálunum.


Ikki favorittar

Hjalmar Klein Olsen, sum er venjari hjá VÍF, sigur við Sosialin, at teir sjálvandi eru fegnir um, at Áki nú aftur verður í parti við teimum.

- Størsti trupulleikin hjá okkum í fjør var uttan iva, at vit ikki høvdu nóg góðar bakspælarar, og her verður Áki sjálvandi ein risastórur styrkur, sigur Hjalmar.

- Ikki tí, fleiri ungir leikarar fingu møguleikan á liðnum, og teir hava avgjørt eisini góð evni, men helt á hædd við Áka eru teir ikki.

Spurdur um tilgongdin ger VÍF til stórfavoritt undan komandi kappingarári, svarar Hjalmar, at tað heldur hann ikki.

Sjálvandi skuldi hetta viðført, at vit nú eru væl sterkari, enn í fjør, men hinvegin veldst favorittheitið eisini um, hvat hini feløgini velja at gera, heldur hann fyri.

- Okkurt hevur verið at hoyt um, at fleiri av hinum liðunum ætla at styrkja seg við útlendskum leikarum, so enn haldi eg ikki at man kann tosa um nakran favoritt.


Einki avgjørt

Tá hann sigur »okkurt av hinum liðunum« er nærliggjandi at hugsa um serliga Neistan, sum umframt at missa Áka Olsen, helst eisini má vera Heina Joensen fyri uttan komandi kappingarár.

Heini hevur áður havt í kvittanini at fara undir lestur uttanlands, og uttan teir báðar stórskjúttarnar, sum í landskappingini stóðu fyri 377 av Neistamálunum, kann Neistin helst ikki metast sum nakað seriøst boð upp á gullmerkini komandi kappingarár.

Úr Neistanum eru boðini tó í fyrstu atløgu, at enn er eingin avger tikin í so máta.

Enn er somikið stutt fráli-ið, síðani boðini komu frá Áka, og sum skilst, so var avrát frammanundan, at hetta fyrst skuldi fáast upp á pláss.

Viðvíkjandi Heina, so hevur hann enn ikki gjørt endaliga av, um hann fer uttanlands, men sjálvandi er tað nakað sum merkist, um Neistin missur bæði Heina og Áka.

Sostatt hava føroyameistararnir enn ikki avgjørt, hvussu teir ætla at viga upp móti missinum av Áka, men tað kann helst uttan stórvegis iva staðfestast, at talan er um ein av týdningarmestu leikarunnum frá í fjør, sum nú er farin úr felagnum.