Aftursvar til grein í Sosialinum

Í hesi summarstevnu Javnaðarfloksins, verður faðir mín Hjalgrímur á Heygum útspiltur av tí grovasta av Karl Jespersen.

Tað er harmuligt, at hann í minningarorðum um P. M. Dam, ikki kann lata pápa mín liggja í friði í sínari grøv, líkasum pápi heldur ikki kann forsvara seg. Eg visti ikki, at tú Karl kundi gera teg so lágan. Hettar virkar so persónligt ímillum tykkum báðar, sum vit onnur ikki kenna til. Hví kundi tú ikki avklárað hetta tykkara ímillum, meðan hann var á lívi.

Eitt aftursvar á hesum plani, átti tú ikki at fingið. Men av tí, at vit eftirkomarar, eru so skakaði av hesum, eri eg vegna æru og minni um pápa okkara, noyddur at geva hetta aftursvar, og er tað við ringum tannabiti.

Tað sum tú sipar til, sum fór fram fyri 40 til 50 árum síðani á Tvøroyri, er torført hjá okkum, sum tá vóru børn, at finna skjøl fyri at prógva ella avsanna tað sum Karl sigur.

Við at lesa ímillum linjurnar í tínum hugleiðingum, sæst beinanvegin, at tað hava verið ringar umstøður hjá einum stjóra at virka í. Tit settu ein stjóra, men samstundis sigur tú, at hann fær sær meira og meira vald. So vítt eg veit um stjórar, so eru teir settir fyri at hava vald, sum virkisleiðarar. Skuldi pápi kanska spurt Karl Jespersen, hvussu hann skuldi leiða virkið? Ella hevði tú undirlutakenslu fyri hansara dugnaskapi? So sigur tú, at stjórin sást minni og minni. Veitst tú hvat eg minnist. Eg minnist ein pápa, sum arbeiddi kvøld eftir kvøld til midnátt. Tað sigur seg sjálvt, at tú Karl kundi ikki síggja hjann, tí tá svav Karl sjálvur sín østa svøvn. Man kann spyrja, hvat tókst tú við sjálvur, tá ið tú kundi hava tíð til at kontrollera um stjórin var til arbeiðis ella ikki. Tú sigur eisini, at hevði ikki aðrir vælviljað stuðlað, var ivingarsamt, um A. T. knóraði upp til kríggið. Tú gloymdi kanska at nevna, at Hjalgrímur á Heygum setti alt hann átti í vága, við at veðhalda við húsum, sum hann átti í Vestmanna. Kanst tú svara mær, hvør annar setti veðhald fyri A. T. tá?

Ella tá ið sendinevnd varð send til Bretland í tí harðastu tíð í seinna verðaldarbardaga, tí onkur annar, sum biðin var, ikki tordi, men vísti á Hjalgrím á Heygum, sum fór. Var burtur upp til tríggjar mánaðir. Tað einu ferðina mátti skipið fara undan honum. Tá fór eingin við troystandi orðum til mammu mína, men bert løgdu hansara viðføri á trappuna og mamma trúði, at hann var farin og eingin tordi at siga tað. Ja tað var bara Heygum. Nei Karl, vit hava ikki gloymt, men valdu at fyrigeva.

Tú sigur, at pápi var stjóri í Trolkol við skrivstovu í Havn. Eg havi spurt meg fyri. Eingin veit um hesa skrivstovu. Hví lýgur tú eisini?

Viðvíkjandi at Hjalgrímur á Heygum hevði limaskap í FAG, siga menn á Tvøroyri, at hetta var vanligt, tí eitt so stórt virki, sum AT var, ið átti 7 - 8 skip, hevði umboð í FAG. Hví leggja ilt á sinni um pápa, við at kalla hann, sum »permanent sproyta fyri FAG«. P. M. Dam var í nógvum nevndum, uttan at nakar fór at siga nakað um hann. Teir sum eru í nógvum nevndum, hava ofta eina útbúgving og erfaring, sum eru til gagn fyri bæði virki og nevnd. Eg dugi ikki at síggja, at tað er skeivt, sum kundi gagna AT, kom at gagnast eigaranum, sum vóru teir somu fiskimenn og arbeiðarar í virkinum.

Viðvíkjandi Arbejdernes Trawlerdrift AT fór av knóranum av eini ella aðrari orsøk, eri eg ikki førur fyri at siga nógv um. Men eitt minnist eg. Tá ið stjórin var ímóti, at »Vørðan« skuldi umbyggjast tí tað bleiv alt ov dýrt. Tá pressaði driftsráðið tað ígjøgnum, tí tað gav arbeiði til verkstaðið undir Heygum, sum AT átti. Vørðan bleiv so dýr, at hon fekk eykanavnið »Milliónkúgvin«. Eg veit ikki, um Karl Jespersen var við til hetta, tað skuldi ikki undrað meg.

Einaferð hevði driftsráðið fingið ein danskan serkønan fyri at kanna tað admistrativa við bókhaldi og tílíkum, við tí fyri eyga, at nú skuldi Heygum knúlvast. Hesin serkøni, haldi eg, kom frá felagsskapinum »Brugsen« í Danmark. Hesin góði maður hevði nokk ikki skilt, hví teir sendu boð eftir honum, men segði bart út, at tað var long tíð síðani, at hann hevði sæð so greiðan roknskap. Harafturat kundi hann siga, at tað vóru fleiri virki í Danmark, sum vóru farin av knóranum, grundað ringan reiðinskap, men eingin grundað góðan »regnskab og orden«. Hetta kom dátt við hjá Karl og hansara líkum. Eg meini ein av kvinnunum í driftsráðnum tók til hetta »um hetta var ein barnagarður«, sum hesir óføru intrigimenn høvdu sett í verk við innkalling til eykafund. Nei Karl, kasta ikki við steini tá ið tú sjálvur stendur í einum glasbúri.

Sum útiseti, hevur tað altíð glett meg at koma til heimbygd mína, at vitja líkasum børn míni frøast við at síggja, hvar faðir teirra vaks upp. Tíbetur havi eg eisini nógv góð minni, líkasum tað frøir meg, at vera væl móttikin av mínum javnaldrum á Tvøroyri. Soleiðis var eg heima í summar við allari familjuni. Afturkomin sita vit og tosa um, hvussu góðar hesar løtur vóru. Men tá ið eg læs Sosialin frá 20. august, kom ein ískaldur gjóstur ígjøgnum meg. Tað var sum ein ringur dreymur vaknaði uppaftur og sólin hvarv og óndskapsins andi legði sín kalda anda í mína sál.

Eg veit ikki, hvat Karl Jespersen hevði følt, um eg fór at spilla hansara foreldur út. Tað vil eg tó ikki ynskja tær, at nakar fer at gera. Tú kundi ikki náa pápa nú, men tú oyðilegði mær dagin. Eg hevði ikki trú, at nakar kundi søkka so langt, soleiðis, sum tú nú hevur brotið gravfriðin, æru og minni um pápa okkara.

vegna systkini

Ólavur á Heygum

24. august 1998