Kalas – Eitt frískt lot í føroyskum fólkatónleiki

Inni á okkara framúr Býarbókasavni, meðan sveigghurðarnar sveiggja og prát og flenn hoyrast úti á Áarvegnum, verði eg burtur í tónunum frá Kalas. Gloymi tíð og stað. Sveiggjandi hurðar og túnatos. Tað er Mentunarnátt í Tórshavn 2025.

Ummæli:

Hesar fýra ungu, evnaríku kvinnurnar, sum hava blást luft aftur undir veingirnar á fólkatónleikin á føroyska tónleikapallinum, nema mínar hjartastreingir.

Døgg, Kristianna, Sigrið og Bjørt. Ein violin, ein akkordion, ein kontrabassur og ein cello.

 

Hesar kvinnurnar kennast væl og hava spælt tónleik saman, síðani tær fóru í 1. flokk í Kommunuskúlanum í Havn. Hetta merkist væl sum áhoyrari. Mátin tær stilla seg í mun til hvørja aðra, eygnabrá og kropsburður lýsa av tryggleika. Og spæligleði.  í 2017 stovnaðu tær bólkin Kalas. Í februar 2025, kom teirra fyrsta útgáva, Minnisgripir, út.

 

Á bókahillini beint við síðuna av mær, har eg siti til konsertina, stendur bókin Moby Dick. Meðan eg siti, har hómi eg dramatisku søguna um Ishmael, sum fer umborð á eitt hvalaveiðuskip og skiparin Ahab verður hugbundin av tankanum um at finna og drepa avgustin Moby Dick. Ein skaldsøga har havið gevur eitt samansett og fjølbroytt spæl í søguna. Og so kemur framførslan frá Kalas við søguni um eina gamla slupp, har føroyingar keypa og selja Rom. Bjørt fortelur søguna. Ljóðførini lata okkum merkja, at vit eru á havinum. Skipið rullar. Spakuliga. Í einum frískum loti. Eg eri umborð. Merki angan av sjóroki. Og brennivíni. Og so tann praktfulli tónleikurin. Ein lagnuløta. Havsins gáta. Og so byrjar veitslan.

 

Angelika Nielsen hevur gjørt lagið Døgg og Sproti. Eitt hjartanemandi lag, sum fær klumpin í hálsinum at vaksa. Lagið er gjørt til systkini, sum eru uppvaksin í Stóra Dímun. Eitt serligt huglag. Og ein serlig forteljing.

 

Hurðarnar sveigga. Fólk koma og fara. Børn í vognum og á lørum klappa. Hugna sær. Eg gevi mær ikki stórt far um tað. Nú kemur eitt lag til heiðurs fyri Kristian Blak, sum hevur verið ein stórur íblástur fyri ungu kvinnurnar; Orsøkin til, at tær komu inn í fólkatónleikaheimin. Og vit siga takk fyri tað.

 

Samansetta lagið Hemliga Polska/pavle de mie, setti gongd í áhoyrarnar. Og fyri fyrstu ferð, hoyra vit tær syngja. Og tær syngja avbera væl. Lívgandi og livandi. Vónandi hoyra vit meira til sang teirra í framtíðini.

 

Stutta konsertin er endað. Eg rakni við aftur. Varnist fólk og heimin uttanfyri. Eg fari útum og spáki mær omaneftir Áarvegnum.

 

Eitt frískt lot smýgir sær oman eftir Havnará hetta mentunarkvøldið í Havn. Takk fyri tað, Kalas. Eg gleði meg at hoyra meira.

 

Svanna Jákupsdóttir