Aftursvar til Inga Mohr

   

Herborg Joensen
Tórshavn, 1. juli 2004
????????????????????
Ingi Mohr roynir at skava út yvir veruleikan.
Nógv mundu ógvast við tá leiðarin á Heilbrigdinum Ingi Mohr tann 30. juli 2004 í útvarpinum royndi at skava útyvir, at hægstu læknaligu myndugleikar í ríkinum hava staðfest, at tað var starvsfólkið á Heilbrigdinum, sum hevði ábyrgdina av, at systirsonur mín Kenneth doyði á stovninum sunnudagin tann 05. januar 1997 bert 19 ára gamal.
Skilir Ingi Mohr veruliga ikki, at tað er stovnurin, sum er beinleiðis orsøkin til at Kenneth doyði?

Hvat hendi á Heilbrigdinum tann 05. januar 1997?
Nei Ingi, tær nýtist ikki at vaska tínar hendur fyri Føroya fólki í sambandi við hendingina á Heilbrigdinum tann 5. januar 1997.
Undirritaða veit fullvæl hvat hendi hendan dag, tí hósdagin tann 2. januar 1997 koyrdi eg Kenneth á Heilbrigdið, ikki tí hann hevði »drukkið mjólk«, sum Ingi Mohr so forhánisliga tosar um, men tí hann hevði tørv á hjálp, sum so nógv onnur í samfelag okkara.
Eg helt at eg læt hann í varðveitslu hjá fakliga útbúnum fólki við ábyrgdarkenslu, men har fór eg fullkomuliga skeiv.
Tað er ein veruleiki, at Kenneth ikki var nakar garvaður narkomanur, men kortini varð hann viðgjørdur sum slíkur, tí hann fekk ein yvirdosis sum tók lívið av honum.
Ingi Mohr segði í útvarpinum, at Heilbrigdið hevur lækna 24 tímar í samdøgrinum, men her lýgur Ingi, tí Kenneth varð yvirdoseraður uml. kl. 24.00 tann 4. januar og starvsfólkið, sum var á vakt hetta kvøldið til morgunin eftir, kunnu ikki hava fylgt væl við, tí kl. 11.00 sunnudagin tann 5. januar funnu tey útav, at hann var deyður. Hvat fyri 24 tímar læknavakt snakkar Ingi Mohr um?
Líkkanningarnar vístu, at hann var deyður uml. kl. 05.30, t.v.s. at hann hevði ligið uttan uppsýn í nógvar tímar.
Eg ringdi sjálv til Heilbrigdið 3 ferðir leygarkvøldið tann 4. januar, síðstu ferð var eftir midnátt, har eg tosaði við vaktina.
Eg spurdi vaktina eftir Kenneth og eg minnist orðarætt, at vaktin segði við meg, at »nú kann eg lova tær, at hann svevur eftir tann dosis, sum hann hevur fingið«.
Væl varð doserað, tí Kenneth vaknaði ongantíð aftur.
Eg ringdi so sunnumorg-unin tann 5. januar kl. 08.00 og kl. 10.00 og spurdi eftir honum, men svarið eg fekk var, at hann svav. Tá hevði drongurin ligið deyður í 5 tímar uttan at tit á Heilbrigdinum vistu tað.
Er hetta tann professionella viðgerð, sum Ingi Mohr tosar um?
Ingi Mohr royndi í útvarpinum at billa fólki inn, at viðgerðin og tey fólk, sum starvast á Heilbrigdinum eru professionell, og at heimið hevur altjóða viðurkenning.
Eg haldi ikki, at tað er tekin um professionella viðgerð, at ein maður sum hevur fingið eina yvirdosering skal liggja uttan eftirlit í 6, 8 ella kanska 10 tímar.
Og hvar er tann altjóða viðurkenningin, sum Ingi Mohr tosar um?
Hetta er ikki einasta dømi um at fólk, sum eru komin til viðgerð eru deyð á Heilbrigdinum.
Ingi Mohr veit, at hetta ikki er eindømi um at fólk, sum erukomin til viðgerðar á Heilbrigdinum eru deyð á stovninum.
Tað er tí ikki júst tekin um professionella viðgerð, og enn minni er talan um professionella leiðslu, tá leiðarin á stovninum, heldur enn at viðureknna trupulleikarnar, fer út alment við úttalilsum, hvørs endamál uttan iva eru at hevna seg inn á tey, sum ditta sær at finnast at teimum mannagongdum, sum Ingi Mohr hevur høvuðsábyrgdina av.
Ingi Mohr, fyri meg kemur tað ikki óvart, at tú tykist at virða tey deyðu og teirra avvarðandi so lítið, tí eg kenni títt lyndi.
Kann ein stovnur virka við einari leiðslu, sum ikki vísir virðing fyri teimum persónum, sum leita sær hjálp á stovninum?
Høvuðsfyritreytin fyri at ein stovnur kann virka nóg væl er, at leiðslan hevur virðing fyri tí arbeiði sum gerast skal, og dugur at vísa opinleika og viðurkenning fyri teimum mistøkum, sum gjørd verða, heldur enn at royna at fjala hesi mistøk.
Úttalilsini hjá Inga Mohr í útvarpinum benda ikki júst á, at hann hevur teir eginleikar sum skulu til fyri at kunna viðurkenna, at hann og tann stovnur hann hevur ábyrgdina av, eisini kunnu gera mistøk ja so stór mistøk, at persónur, sum er komin á heimið til viðgerðar ikki kemur livandi út aftur frá stovninum.