Aftursvar til Rolf Guttesen

-

Ikki smávegis gleps frá Rolf Guttesen í Sosialinum 27. aug. Tað er ikki nóg mikið at spilla landsstýrismannin í fullveldismálum út; nei, nei fjølmiðlarnir og Føroya fólk sum heild fáa eisini sítt: loftmiðlarnar skírir hann vatndeyvar, vattnissusjónvarp og mikrofonhaldara-útvarp, og so var tað Dimman, sum er seinfør og fornermað, men ikki nóg mikið við tí, Føroya fólk er eitt forkelað fólkaslag. Tað er so eitt, at hann hevur so nógv ringt at siga um okkum herheima, men tað sum fekk meg at taka pennin vóru trý evni, sum hann var inni á: blokkstuðulin, vinarbondini við danir, og um hvat %-markið fyri fullveldi skuldi vera við fólkaatkvøðuna.


Er blokkurin ikki

afturgoldin?

Tjóðveldisflokkurin hevur altíð spurt, um tað er rímiligt, at danski skattgjaldarin skal rinda okkum føroyingum pening, - hesum er Rolf Guttesen eisini inni á, - Tjóðveldisflokkurin hevur nú sagt hetta við øðrum sinni enn Rolf Guttesen. Tí samstundis sum Rolf Guttesen spyr, um tað ikki er órímiligt, at kassadaman í Netto skal rinda part av sínum skatti til ?eitt forkelað fólkaslag í Norðuratlantshavið?, sum hann kallar okkum, - so hevur hann nógv ?góð hugskot?, um hvussu pengarnir áttu at verið brúktir. Tað má væl skiljast sum, at hann framvegis heldur, at kassadaman skal rinda pening til hatta forkelaða fólkaslagið har uppi.

Men samstundis sum vit duga at síggja tað órímiliga í hesum blokkgjaldið, so duga vit eisini at síggja, at hvørt oyra verður afturgoldið og tað ferfalt. Hinvegin er nú eisini temmiliga bláoygt at trúgva, at blokkurin verður goldin okkum í berari miskunn.


Vinarbond og fullveldi

Men fyri at halda seg til sakina í fullveldisætlanini, so byggir hon á eina hugsjón, har tað verða føroyingar, sum fáa evsta vald yvir okkara land-, hav- og luftøki. Tað er als ikki ein spurningur um at kvetta vinarbond við danir, sum Rolf Guttesen so áhaldandi er inni á. Og hví skuldu vit kvett vinarbond og samstarv við danir, um vit taka við fullari ábyrgd?

Til samanberingar kann nevnast: eini nýgift hjún flyta frá foreldrunum í egin hús. At tey flyta heimanifrá og seta føtur undir egið borð merkir væl ikki, at tey kvetta alt samband við foreldrini. Hinvegin er tað heilt nátúrligt, at hesi framhaldandi hava gott samband við foreldrini, og at tey gomlu eru teimum ungu góð í ráðum. Men harfrá og til at hugsa sær, at foreldrini tóku á seg tað fíggjarligu ábyrgdina í hesum nýggja húsarhaldi, - tá skuldi tú sæð hússetur!

Og hví skuldu lond við fullveldi havt í hyggju at kvett sambond ella vinarbond við umheimin? Og hví skuldi búskapurin hjá smátjóðum við fullveldi verið verri fyri, enn um okkurt annað land umsat fullveldi? Og til síðst: nevn mær eina smátjóð, sum hevur tikið fullveldi, hvørs búskapur ella framleiðsla er versnað, aftaná at landið hevur tikið við ábyrgd og fólkið fingið evsta vald. Tað er ikki til í heiminum! Dømini eru hinvegin fleiri um tað mótsatta.


Fólkaatkvøðan

Eisini er Rolf Guttesen nógv inni á fólkaatkvøðuni, um hvar %-markið skal liggja, sjálvur heldur hann, at 80% fyri fullveldi átti at verið minsta mark fyri, um fullveldið kann gerast veruleiki, - tað má so absolut verða hægsta boð higartil! Men lat okkum siga, at hann fekk sín vilja, og valúrslitið ljóðaði nakað soleiðis:

75% eru fyri fullveldið

10% vita ikki/blankt og

15 % eru ímóti

skuldu vit so gjørt viljan hjá hesum 75%-unum til onkis og latið 15% farið avstað við sigrinum.

Nei, tá hevði so ikki verið talan um meirilutadiktatur, men heldur tað sum verri er!


Annita á Fríðriksmørk,

tingkvinna Tjóðveldisfloksins