Ákærurnar bygdu á, at stórt misbrúk fer fram innan almannaøkið, tí at nøkur fáa stuðul, sum ikki hava rætt til stuðul, meðan onnur ikki fáa tann stuðul tey hava rætt til.
Her vóru fyribrigdi brúkt sum verdug og óverdug trongjandi, uforskyldt og selvforskyndt neyð. Sagt var, at hesin hugburður í dag er fullkomiliga kollveltur, so tey sum eru selvforskyldt fáa meir, tí tølini á fíggjarlógini eru óhugnaliga stór, tá tað kemur til forsorg.
Grundgevingin fyri at hetta fer fram er, at tey sum arbeiða inni á Almannastovuni slett ikki kenna til lógirnar og reglugerðirnar, sum eru galdandi.
Vit sum starvsfólk á Almannastovuni taka hesar ákærur ógvuliga álvarsliga og undra okkum á, at tað yvirhøvur letur seg gera, at politikkarar frá tingsins røðarapalli kunnu spilla fólk út og koma við grovum ábreiðslum um ódugnaskap.
Vit halda, at eitt víst álit helst skuldi verið millum politikkarnar og tey, sum umsita lógirnar, men við einum tílíkum framferðarhátti, hesir 3 politikkarar hava víst, er onki sum bendir á, at hetta er so í øllum førum.
Álopini eru ósaklig, tá slongt verður út við fyribrigdum við ongum innihaldi.
Hvørji eru tey, sum eru óverdugt trongjandi og selvforskyldt í sínari støðu og misbrúka almannaskipanina. Hetta mugu tit trý definera og um so er, at tað finnast fólk, sum eru óverdugt trongjandi, hvat skal so henda teimum?
Sagt verður eisini, at tølini eru óhugnaliga stór. Nú velst um hvørji tøl talan er um. Tosa vit um stuðul til arbeiðsleys, er talan um eina nýtslu uppá kr. 25,9 mill. í 1996 og er mett, at hetta talið verður tað sama komandi 5 árini. Hóast tit siga, at arbeiðsloysi er minkandi, so hava vit framvegis stórt arbeiðsloysi og havast skal í huganum, at arbeiðsleys bert fáa trygging útgoldna frá ALS í eitt ávíst tíðarskeið og eftir hetta bert hava møguleika at fáa fíggjarligan stuðul frá Almannastovuni.
Samlaða nýtslan á forsorgarøkinum er økt, men hevur henda øking onki við arbeiðsloysi at gera, men er t.d. stuðul vegna sjúk børn, heilivágur og onnur forsorgarhjálp vegna t.d. sjúku.
Vit átala harðliga, at tit leggja starvsfólk á Almannastovuni undir ikki at fylgja galdandi lógum. Um dømi finnast, so er tingsins røðarapallur ikki rætta staðið at slongja tílíkt út.
Við einum sakstali uppá fleiri túsund er tað kanska ikki so løgið, um onkur feilur kemur fyri.
Sum politikkarir áttu tit at vita, at møgulig fá dømi, ikki eiga at føra til órættar generaliseringar. Tílíkt kann ofta vísa seg at verða skaðiligt og soleiðis er við tykkara útsagnum frá tingsins røðarapalli.
13.10.1997
Leif Olsen
og Birgit Christiansen
álitisfólk
á Almannastovuni