Aftursvar tilFinnboga Ísakson

Finnbogi Ísakson hevur eina grein í Sosialinum seinasta leygardag, har hann í yvirskriftini boðar frá, at onki uppskot er um eina sjálvstýrislóg, men at Javnaðarflokkurin hevur skotið upp at seta eina nevnd

Neyvan nakar tingmaður veit betur enn júst Finnbogi Ísakson, at tað nyttar lítið hjá einstøkum flokki at leggja eitt liðugt uppskot fram um eina sjálvstýrislóg, tí hon kann ikki gerast veruleiki, fyrr enn vit hava havt eitt drúgvt parlamentariskt arbeiði, sum allir flokkar ella flestallir flokkar hava luttikið í..

Skal ein slík lóggáva hava møguleika fyri at vinna frama, so má hon verða eitt úrslit av tí, sum ein meiriluti á tingi vil.

Hvussu ofta hevur ikki Tjóðveldisflokkurin lagt uppskot fram um loysing, føroyska grundlóg o.l., sum ikki hava tænt øðrum endamáli enn, at fólk hava fingið at vita, at stevna teirra framvegis er tann sama. Og hetta vistu tit, áðrenn uppskotini vórðu løgd fram. Endamálið var ikki at fáa eitt uppskot samtykt, men bert at vøllurin varð kritaður av, um strikurnar vóru kámaðar.

Størri politiskar broytingar, sum eitt nú í okkara ríkisrættarligu viðurskiftum krevja tíbetur, at Føroya Løgting finnur saman í einari semju. Einari semju, sum ger, at tú orkar at broyta viðurskiftuni. Alt annað er bert markeringspolitikkur.

Sig mær, hvussu nógv hevur Tjóðveldiflokkurin vunnið á sjálvstýrisleið einsamallur higartil? Ella hvussu nógv hava aðrir flokkar vunnið einsamallir?

Hóast tit nú hava vind í seglini í seinastu veljarakanningini, so skulu tit hava meira enn dupult so nógva undirtøku, fyrr enn tit einsamallir kunna fremja tykkara egna politikk. T.v.s. at skulu tit ella vit ella aðrir vinna nakað á sjálvstýrisleið, so má hetta gerast sum úrslit av eini parlamentariskari semju á Føroya Løgtingi, har allir partar fáa og geva nakað. Tað er forrestin politikkur.

So tað, sum Javnaðarflokkurin higartil hevur gjørt, er, at hann hevur latið upp fyri møguleikanum, at eitt drúgvt fyrireikingararbeiði kann byrja, sum síðan kann føra til, at ein politisk semja verður funnin, sum hevur poltiskar møguleikar fyri at verða samtykt. Og tað má sigast, at á tingi er tað framvegis galdandi, at tað eru tey mál, sum verða samtykt, sum flyta mørk.

Men harfyri er ikki sagt, at okkara flokkur ikki hevur ítøkiligar ætlanir fyri, hvat okkara partur av hesum politiska samstarvi skal vera, men tað tænir avgjørt ikki nøkrum endamáli, at vit siga, at soleiðis og soleiðis skal tað vera, nú er leyst og liðugt, tí hvat skulu so aðrir flokkar koma við.

Tú verður noyddir til at hava eina opna dagsskrá, men yvirskipaða málið er at vit gera eina nýggja skipan við meira sjálvræði.

Eg havi sagt tað so mangan fyrr, og eg kann endurtaka tað aftur her, at bestu garantar fyri, at avgjørt einki hendir á sjálvstýrisleið, eru Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin. Ein loysing av og á á eina A-4 síðu, sum onkur plagar at taka til, hon loysir als einki, og framvegis skylda tit Føroya fólki eina frágreiðing um, hvussu fíggjarlógin fer at síggja út, aftan á at tjóðveldið Føroyar er stovnsett. Vit kunna væl ganga út frá, at loysingin ikki verður framd við náðigávum úr danska ríkiskassanum. Tað kann væl saktans ikki hugsast, at tað verður danska heimahjálpin, sum skal fíggja loysingina.Eitt so stolt mál, má eisini hava stoltar loysnir ñ eisini tær fíggjarligu


Jóannes Eidesgaard