Agentur var uppií

    

Kanningar hjá einari amerikanskari kongressnevnd hava avdúkað, at ein saudiarabiskur agentur eftir øllum at døma var uppi í yvirgangsatsóknini at New York og Washington tann 11. september í 2001.

Nevndin fer at leggja sína frágreiðing fram hósdagin, men blaðið Newsweek hevur longu fingið fatur á einum parti av frágreiðingini. Sambært blaðnum er nevndin komin eftir, at ein loyniligur saudiarabiskur agentur, Omar al-Bayoumi, hevði samband við tveir av yvirgangsmonnunum beint undan atsóknini. Kanningin vísir eisini, at agenturin ferðaðist saman við teimum báðum yvirgangsmonnunum. 15 av teimum 19 monnunum, sum framdu sjálva atsóknina, vóru úr Saudiarabia.

Kongressnevndin finst eisini at samveldisløgregluni FBI. Nevndin sigur, at FBI fekk prógv fyri, at al-Qaeda hevði fólk í USA, men samveldisløgreglan gjørdi einki við tað, skrivar Newsweek úr frágreiðingini.



Ivast í Bush

Annar hvør amerikanari hevur mist álitið á George W. Bush, forseta og politisku leiðsluevnum hansara. Tað sæst í einari nýggjari meiningakanning.

Eftir kanningini ivast 51 prosent av amerikansku veljarunum í leiðsluevnum forsetans, og tað er munandi meiri enn fyri fýra mánaðum síðani, tá 41 prosent søgdu tað sama. Kortini halda 51 prosent, at Bush heldur seg til sannleikan, tá hann tosar, og so gott umdømi hava undanfarnir forsetar ikki fingið, tá tað snýr seg um at siga satt.

Kortini halda 41 prosent av veljarunum, at forsetin og stjórnin við vilja villleiddu amerikanska fólkið við at gera Irak til eina nógv størri hóttan, enn landið í veruleikanum var. 61 prosent halda tó, at tað var rætt at koyra Saddam Hussein frá. Kanningin vísir eisini, at nógvir amerikanarar hugsa um viðurskiftini við Norðurkorea, men tey vænta, at forsetin og stjórnin fara at loysa tað málið á ein skilagóðan hátt.



Fangi krevur
endurgjald

Ein pakistani, sum sat fangi á amerikansku herstøðini Guantanamo á Kuba, krevur nú, at amerikanarar skulu rinda honum endurgjald fyri tíðina, har sat í fangaleguni.

Muhammad Sagheer Khan varð tikin fangi í krígnum í Afghanistan. Hann varð fluttur til Guantanamo, men varð latin leysur í oktober í fjør. Maðurin sigur, at í fangaleguni varð hann spurdur, um hann visti, hvar Osama bin Laden var, og hvar mullah Omar var. Men hann segði seg ikki duga at svara spurningunum, tí hann hevði ongantíð hoyrt teir báðar menninar nevndar, fyrr enn hann kom til Guantanamo. Sjálvur var hann farin til Afghanistan sum prædikumaður.

Nú vil pakistanin hava slakar 70 milliónir krónur í endurgjaldi frá amerikansku stjórnini. Sakførari hansara krevur svar úr USA innan fýra vikur. Fær hann ikki tað, verður USA stevnt, annaðhvørt í Pakistan ella í sjálvum USA, sigur sakførarin.



96 ára gamal
vil hava son

Tann 96 ára gamli Dhanarup Sejuval, sum býr í Surkhet har vesturi í Nepal, hevur ein trupulleika. Hann vil fegin hava ein son til at føra ættarnavnið víðari, men hann eigur ongan.

Dhanarup Sejuval hevur havt sjey konur, og við teimum hevur hann fingið 30 børn, men bara gentur. Við blaðið Times of India sigur hann, at hann er fegin um tey nógvu børnini, men nú vil hann hava ein son. Herfyri doyði sjeynda kona hansara, og nú hevur hann fingið sær eina 35 ára gamla konu.

Times of India skrivar, at tann 96 ára gamli hevur tað gott, og sjálvur sigur hann seg vóna, at tað nýggja hjúnarlagið kann geva honum sonin, sum hann so leingi hevur bíðað eftir.