AGF venjari til AB

AB fær í dag vitjan av fyrrverandi AGF venjara, sum kemur at hyggja eftir umstøðunum

AB skal hava nýggjan venjara til komandi kappingarár. Argjamenn hava leitað bæði í Føroyum og í útlandinum. Nøvn sum Albert Ellefsen, Heðin Askham og Trygvi Mortensen eru nevnd, meðan útlendska navni er Jesper Fredberg.

 

- Vit fáa í dag vitjan av Jesper Fredberg, sum er fyrrverandi venjari hjá AGF. Hann kemur at hyggja eftir umstøðunum. Vit hava sjálvandi áhuga at gera ein samstarv, so nú fáa vit at síggja, sigur Thomas Juul S. Thomsen, ítróttarstjóri hjá AB.

 

Jesper Fredberg hevur eina fortíð sum ungdómsvenjari hjá Brøndby IF og AGF, har hann eisini eitt skifti var høvðusvenjari.