Agnar Joensen spælir við barndómsfelagnum næsta kappingarár. Tað skrivar heimasíðan hjá VÍF. Vestmenningurin skifti til KÍF, tá kappingin var fáar vikur gomul í fjør. Hann heldur ikki fram í Kollafirði.
- Vit í VÍF eru fegin um avgerðina hjá Agnar og kemur hann at styrkja munandi um hópin hjá Atlantic-liðnum, væntar heimasíðan hjá VÍF.
VÍF boðaði frá fyri tveimum vikum síðani, at Dia Midjord og Ingi Olsen skulu stjórna liðnum næsta kappingarár.