Í minnu ensku steypakappingini, Carabao Cup, er tað komið heilt til hálvfinalurnar, har tær fyrru av teimum vera spældar hesa vikuna. Í kvøld var tann fyrsta hálvfinalan spæld, tá greiða oddaliðið í Premier League, Manchester City, á heimavølli tók ímóti Bristol City úr næstbestu deildini.
Munurin á deildunum og soleiðis sum City hevur koyrt alt kappingarárið gjørdi, at tey flestu roknaðu við einum greiðum sigri til Manchester City undan dystinum. Men soleiðis var als ikki. Faktiskt var um reppið at Bristol City fór avstað við óvæntað góðum útgangsstøðið. Tað var ikki fyrrenn í yvirtíðini at tað eydnaðist City at skora til 2-1, sum gjørdist endaliga úrslitið.
Í hálvleikinum var Bristol City sensatiónelt á odda 1-0. Stutt inn í seinna hálvleik javnaði Kevin De Bruyne fyri Manchester City til 1-1, og tað var ikki fyrrenn í allar seinastu minuttunum, at Sergio Aguero skoraði sigursmálið til 2-1 til Manchester City.
Í annaðkvøld verður hin hálvfinalan í Carabao Cup spæld. Tá spæla Chelsea og Arsenal á Stamford Bridge.
Manchester City – Bristol City 2-1 (0-1)
0-1 Bobby Reid (Brotsspark), 44.
1-1 Kevin De Bruyne, 55.
2-1 Sergio Aguero, 90+.