Áhugi fyri skúlastjórastørvum

Seks umsóknir komnar til tvey skúlastjórastørv í Suðuroynni.

Her fyri søkti Mentamálaráðið eftir skúlastjórum til Vágs Skúla og Hvalbiar Skúla, freistin at søkja var úti 5. juni.

Mentamálaráðið upplýsir at eftir at freistin at søkja var úti eru tað 6 umsóknir komnar til hesi bæði størvini. Hetta skrivar sudurras.fo.

Fimm ynskja at gerast skúlastjóri við Vágs Skúla og ein umsókn er til starvið í Hvalbiar Skúla.

Enn er ikki avgerð tikin um hvør fær størvi.