Áhugin at byggja er aftur veksandi

Fólkatalið í Nes kommunu, sum í eina tíð var minkandi, er aftur farið at veksa, sigur borgarstjórin.

Fólkatalið í Nes kommunu, sum í eina tíð var minkandi, er aftur farið at veksa, og tað eru serliga barnafamiljur, ið eru komnar til bygdar.

 

Borgarstjórin, Jóhannus Danielsen, fegnast um gongdina og heldur, at tað í fyrsta lagi er gongdin í samfelagnum sum heild, ið speglast aftur í økta áhuganum fyri at seta búgv í kommununi.

 

- At vit lækkaðu prísin á grundstykkjum í útstykkingini á Lýðarsvegi og tann veruleiki, at Eysturoyartunnilin nærkast, er ivaleyst saman við samfelagsgongdini orsøkin til áhugan og bjartskygni.

 

Hann vísir á, at í útstykkingini við Lýðarsveg vóru upprunaliga 24 grundstykki. Í dag eru fimm av hesum seld, harav trý eru seld eftir príslækkingina á 100.000 krónur.

 

- Við Gaddaveg og onkra aðrastaðni kring um í kommununi eru onkur grundstykki, men tað er Lýðarsveg vit í fyrsta lagi vísa á, tá fólk spyrja seg fyri.

 

Jóhannus Danielsen sigur, at Lýðarsvegur liggur í vøkrum umhvørvi við góðum útsýni, og her eru øll grundstykkini gjørd byggibúgvin.

 

Í Nes kommunu verður eisini arbeitt við eini verkætlan um leigubústaðir.

 

- Vit hava fingið tilsøgn frá Bústøðum um, at stovnurin vil byggja leigubústaðir á Toftum, og í løtuni verður teknað upp á, hvussu henda bygging kann koma at síggja út. Hugsað verður í fyrsta lagi um ein blokk við tilsamans átta leiguíbúðum.

 

Borgarstjórin sigur, at ætlandi skulu íbúðirnar skulu standa lidnar um tvey ár.