Síðani hann legði forsetaembætið frá sær, hevur Nelson Mandela verið ein av teimum fremstu stríðsmonnunum í bardaganum ímóti AIDS. Kanska ikki so løgið, tí sjálvur hevur hann mist ein son av sjúkuni, og Suðurafrika er eisini eitt av teimum ringast raktu londunum. Men hansara stríð er ikki bara eitt stríð ímóti einari sjúku.
-AIDS er ikki ein sjúka, men ein spurningur um mannarættindi. Tað einasta, sum krevst, er viljin til at gera tað neyðuga, er boðskapurin hjá Mandela.
Av teimum 40 milliónunum, sum eru HIV-smittað, búgva 28 milliónir í londunum sunnan fyri Sahara. Á hvørjum ári verða 3,5 milliónir fólk smittað í Afrika, og tríggjar milliónir doyggja av sjúkuni á hvørjum ári. Avleiðingin er, at í teimum ringast raktu londunum er meðal livialdurin niðan fyri 40 ár.
Tað er Arbeiðaraflokkurin, sum hevur boðið tí 86 ára gamla Mandela til Noregs. Í dag skal hann til Tromsø, har skipað er fyri stórari konsert honum til heiðurs.