Tað hevur verið kappast í fýra ymiskum greinum til Burn Showdown kappingina í høllini á Hálsi í kvøld. Tær fýra kappingarnar hava verið í bikini fitness, í women’s figure, í men’s physique og í Miss Føroyar.
Í Women’s figure kappingini var merkisvert, at vinnarin var føroyska Aimée Hansen, ið vann í harðari kapping móti Michelle Wexøe Bernild frá Høje Taastrup. Ein onnur føroysk dama stillaði eisini upp í Women’s figure. Tað var Birgit Dahl Hansen úr Havn, ið endaði fjórð ovast.
Tær sum stillaðu upp í Women’s figure vóru hesar:
Nanna Werdo-Schouw frá Næstved
Emilie Staal frá København
Aimée Hansen úr Havn
Michelle Wexøe Bernild frá Høje-Taastrup
Birgit Dahl Hansen úr Havn