Airbus í ferðslu eftir jól

Nýggja Airbus flogfarið hjá Atlantsflog, sum fekk skaða undir lasting herfyri, verður nú umvælt, og fer aftur í rutuflúgving millum jól og nýggjár

Tað var undir lasting niðri í Kastrup, at ein trukkførari var óansin og lyfti ein platt ov høgt soleiðis, at hann kom upp undir loftið á lastirúminum, og gjørdi skaða á nakrar loftsbjálkar.
Av trygdarávum kann Airbus flogfarið tí ikki flúgva, fyrr enn skaðin er bøttur. Og tað verður hann nú.
Airbus flogfarið hjá Atlantsflog væntast aftur í rakstur millum jóla og nýggjárs, so bráðfeingis tillagingini av jólaferðsluni stendur við. Hetta merkir, at jólagestirnir koma heim við British Aerospace flogførunum, meðan Airbus flogfarið í stóran mun fer at flyta gestirnar av aftur landinum aftaná nýggjár.
Síðani Airbus flogfarið varð sett og hetta fram til jóla, hevur Atlantsflog laga til eina bráðfeingis ferðaætlan við British Aerospace flogførunum, ið taka munandi færri gestir enn størra Airbus flogfarið.
Fyri at fáa kabalina at ganga upp, hevur felagið sett inn 11 fráferðir fleiri enn upprunaliga ætlað. Bráðfeingis ferðaætlanin hevur havt við sær broytingar í fráferðum hjá summum gestum, og felagið hevur í tann mun tað hevur borið til sett seg í samband við ferðafólkini, sum hava fingið broyttar fráferðir.
Á heimasíðuni hjá Atlantsflog ber eisini til at staðfesta, um tín ferðing er broytt undir slóðini »Kanna tína bílegging«.
Airbus flogfarið verður flogið til eina verksmiðju á fastlandinum, har skaðin verður umvældur.