Airbussurin lendur

Fyrsta flogfarið úr Keypmannahavn lendi í Vágum í kvøld kl. 20.27. Tað fer avstað aftur til Billund við ferðafólki frá fríggjadegnum og leygardegnum og væntast aftur í Vágar í morgin fyrrapart.

Øll tann vanliga flogferðslan í morgin er útsett til týsdagin, so pláss er fyri at rudda upp í øllum seinkaðu flogførunum frá fríggjadegnum, leygardegnum og sunnudegnum.

Nærri boð um nær flogførini flúgva í morgin koma á heimasíðuna hjá Atlantic Airways www.atlantic.fo í kvøld klokkan 22.00.

Nærri boð um útsettu flogførini í morgin, sum skulu flúgva týsdagin verða givin mánadagin kl. 12.00 á www.atlantic.fo