Tað verður seinni í dag, at avgerðin fellur, um ein 18 ára gamal maður er sekur í drápsroynd í Norðdepli tann 14. juli í fjør, ella ikki.
Málið er so mikið álvarsligt, at tað er lagt fyri eitt nevningating, har 12 nevningar, sum eru púra vanlig fólk, skulu taka støðu til, um ákærdi er sekur ella ikki.
Málið hevur verið til viðgerar nú í tvær vikur og í morgun er tað loksins komið hartil, at tað er klárt hjá nevningunum at fara í einrúm at taka støðu til ákærurnar.
Fyri at ákærdi skal kunna dømast sekur, skulu minst átta nevningar atkvøða fyri tí, men teir hava ikki loyvi at upplýsa fyri nøkrum, hvussu teir hava atkvøtt.
Talan var um fýra fólk, sum vórðu illa særd í Norðdepli og í hvørjum einstøkum føri skulu nevningarnir taka støðu til, um ákærdi er sekur í drápsdroynd við knívi, ella øðrum, hvøssum amboði, ella um talan er um grovan og sera vandamiklan harðskap.
Tað er óvist, nær nevningarnir verða lidnir, men mett verður, at tað verður einaferð seinnapartin í dag.
Øll tey fýra offrini hava staðfest á, at tað er tann ákærdi, sum er illgerðarmaðurin og okkurt av teimum hava eisini sæð hann við knív í hond.
Verjin hjá tí ákærda hevur eisini viðurkent, at tað er hann, sum er illgerðarmaðurin.
Í morgun hevur dómarin gjøgnumgingið málið og hann heldur, at tað er eingin orsøk at ivast í frágreiðingunum frá vitnum og offrum. Somuleiðis eru skaðarnir, tey fingu, eisini staðfestir í læknaváttanunum.
Sostatt er einki at ivast í, at hann verður kendur sekur, men spurningurin er, um hann verður kendur sekur í drápsroynd ímóti einum, ella fleiri av offrunum, ella um hann verður kendur sekur í grovum og sera vandamiklum harðskapi.
Í morgun hevur dómarin gjøgnumgingið málið og hann heldur, at tað er eingin orsøk at ivast í frágreiðingunum frá vitnum og offrum.
Men spurningurin er um ákærdi veruliga ætlaði at drepa, ella um hann hevði gjørt sær greitt, at avleiðingin av at brúka knív, kundi vera at tey álopnu doyðu.
Hetta er ein av teimum avgerandi spurningunum, nevningarnir skulu taka støðu til.
Í rættarmálinum er munur gjørdur á offrunum. Tað er fleiri ferðir ført fram, at tað var ein ung kvinna, sum var høvuðsmálið hjá tí ákærda og at hini trý offrini vórðu særd tá ið tey royndu at leggja seg millum.
Verður hann kendur sekur í harðskapi, skulu nevningarnir eisini taka støðu til um talan er um so skerpandi umstøður, at revsingin eigur at vera harðari enn vanligt er fyri harðskap.
Revsingin fyri serliga vandamiklan harðskap kann vera upp í seks ára fongsul, men í serligum føri kann revsingin hækkast upp í níggju ára fongsul, og tað er hetta, nevningarnir skulu taka støðu til.
Tá ið nevningarnir eru komnir til eina niðurstøðu, fara ákæri og verji at siga sína meining um, hvørja revsing tann ákærdi skal fáa. Nær hetta verður, veldst um, hvussu langa tíð, nevningarnir brúka um at taka støðu til, um hann er sekur, men væntandi verður tað í dag.
Síðani fara nevningarnir og løgfrøðiligi dómarin í Føroya Rætti aftur til viks at áseta revsingina.
Í nevningamáli er avgerðin um ákærdi er sekur ella ikki, endalig, men eru áklrin, ella tann ákærdi ónøgd við revsingina, kann hon leggjast fyri landsrættin.
|