Ákærdur fyri misbrúk av stjúkbørnum

Børnini vóru 6 og 9 ár, tá misbrúkið byrjaði, sambært ákæranum.

Ein 46 ára gamal maður var í Føroya rætti í dag, ákærdur fyri samlegu við børnunum hjá sambúgva sínum. Talan er um ein drong og eina gentu. Maðurin er ákærdur fyri at hava havt samlegu við dreingin fleiri ferðir frá hann var 6 til 9 ára gamal. Hetta skal vera hent, tá drongurin, sum hann var vanur, kom og legði seg í songina hjá mammuni.

Somuleiðis er maðurin ákærdur fyri at hava havt samlegu við eini gentu undir 12 ára gomul. Hetta skal vera hent, tá gentan var frá 9 til 12 ára gomul og á kamari hennara.

Ákærin kravdi mannin fongslaðan í 2 ár og 6 mánaðir. Hon legði dent á, at frágreiðingarnar frá børnunum báðum samsvaraðu væl og annars á umstøðurnar, sum hetta skal hava verið framt undir.

Verjin hjá ákærda tykist tó hava góðar vónir um at fáa mannin fríkendan. Jógvan Páll Lassen legði stóran dent á, at eingi teknisk ella kropslig prógv vóru fyri, at samlega var farin farm. Hann segði eisini, at ongar av frágreiðingunum frá vitnunum stuðlaðu undir ákærunum um samlegu og at hvørki gentan ella drongurin høvdu so mikið sum verið nakin í námind av manninum.

Hóast ákærurnar vóru um samlegu, nýtti verjin eisini høvi til at vísa á, at um ákærin, ella dómarin, umhugsaðu at døma mannin fyri blygdanarskemd heldur, so er fyrningarfreistin í so fall farin. Hetta merkir tó ikki, at ákærdi játtar seg sekan í nøkrum slíkum ákærum. Verjin kravdi tí fulla fríkenning fyri mannin.