Aker Seafood verri úrslit higartil í ár

Tað er ikki bara føroyska fiskivinnan, sum gongur trekari orsakað av høgum oljuprísum og lágum dollara Fyrsta fjórðingsár í ár er ikki tað besta, sum fyritøkan Aker Seafood hjá norska ríkmanninum, Kjeld Inge Røkke, hevur sæð. Hóast eina øking í umsetninginum fyrsta fjórðingsár í ár upp á stívliga 36 norskar miljónir krónur, er úrslitið kortini helvtina verri enn sama fjórðingsár í fjør.

Rakstrarúrslitið fyri avskrivingar er minkað úr 12,7% fyri fyrsta fjórðingsár í fjør niður í 9,2% fyrsta fjórðingsár í ár. Orsøkin er í fyrsta lagi, at felagið hevur gjørt íløgur í keypt virksemi, eitt nú í Fraklandi.

Úrslitið eftir skatt er 17 miljónir norskar krónur, og tað er helvtina minni enn somu tíð í fjør.

Orsøkin til lakaru gongdina, er, at norska krónan er økt, og at oljuprísirnir eru hækkaðir. Samstundis er dollarin minkaður í virði. Norska krónan er nevniliga økt 16% í mun til dollaran í eitt ár.

Aker Seafood væntar kortini, at málið hjá felagnum at náa teimum 3 miljardunum í umsetningi, man fara at vera í nánd, tá árið er úti.

Tað er Fiskaren, sum ber tíðindini um gongdina í felagnum hjá norska ríkmanninum.