Áki er politistur í Grønlandi

Familjan hevur áður verið tvey ár í Grønlandi, og tey eru nú farin yvir aftur at búgva

Grønland hevur fingið serligt pláss í hjartanum hjá Áka Gaardbo Olsen, konuni Sóllind á Sondum Olsen og 16 ára gamla soninum Marner.

 

Frá 2017 til 2019 búðu tey í Grønlandi, og tey vóru ikki meira enn komin heim aftur til Vestmanna, so fóru tey at tosa um at fara yvir aftur, tí teimum longdist. Í januar fluttu tey so aftur til Grønlands at búgva og virka. 26 ára gamla dótturin Jóna býr í Berlin.

 

– Vit trívast sera væl her, og Grønland er ordiliga farið undir húðina á okkum. Tað eru ikki øll, sum trívast so væl í hesum umstøðunum, men okkum dámar sera væl at vera her, sigur Áki G. Olsen.

 

Áki arbeiðir hjá løgregluni, og Sóllind arbeiðir við góðskueftirliti hjá Royal Greenland.

 

Í Sosialinum, sum kom út til páskir, ber til at lesa meira um teirra avgerð at flyta til Grønlands at búgva.