Áki og EHV Aue vunnu greiðan sigur í seinasta heimadystinum

EHV Aue hevur bert ein dyst eftir at leika í 2. bundesligu hesaferð

Hóast tað er staðfest, at teir flyta niður í triðbestu deildina, so megnaðu Áki Egilsnes og liðfelagarnir í EHV Aue at hava eitt framúr gott avrik í tí seinasta heimadystinum í aðru bundesligu á hesum sinni.

 

Aue vann ein greiðan 38-31 sigur á Emdetten. Í steðginum var Aue á odda 20-16. 

 

Áki skoraði bert eitt mál í kvøld, men hann legði upp til trý onnur mál hjá Aue.

 

Seinastu dysturin hjá Aue í aðru bundesligu á hesum sinni verður á útivølli 11. juni. Tá spælir Aue móti Dessauer.

 

Graml hoyrist um, at Áki fer at royna seg í donskum hondbólti komandi kappingarár, men tað er ikki staðfest enn.