Akkerið fer at halda

UMVENDING. Baldrut barnaár og oyðandi ungdómslív, har brennivín og harðskapur vóru vanligir kostir, høvdu við sær, at klaksvíkingurin, Sigmundur Brestisson, mátti velja. Valið var ikki lætt, hóast villskapurin hevði við sær, at hann varð settur handan rimar

- Vissi tað kann tæna Harranum, so vil eg.

Hesi vóru fyrstu orðini, Sigmundur Brestisson lat falla, tá ið Sosialurin bað um tíð at práta um forvitnisliga lív hansara.

Hann er tredivu. Livir eitt vanligt familjulív uppi á Hædd í Klaksvík. Er útlærdur og arbeiðir nú sum húsasmiður, men er eisini skiparalærdur.

Men lívsleiðin hjá manninum við tí mergjaða navninum hevur ikki altíð verið so vallað og mjúk sum nú.


Villur og vreiður

Barnaárini hjá Sigmundi Brestissyni kravdu sín mann. Tveir hjúnarskilnaðir løgdu lunnar undir ein baldrutan uppvøkstur. Og bráar flytingar millum ymiskar bygdir gjørdu ikki støðuna frægari fyri ein smádrong, ið longu var merktur av rótloysi.

Í skúlanum var Sigmundur hildin at vera ein villur drongur, ein kúllur. Men hann var barn og varð vardur av, at ein ikki kundi krevja ov nógv av einum óvita. Men Sigmundur vaks seg stóran.

Longu fjúrtan ára gamal fór hann at smakka sær á. Tað var spennandi. Men Sigmundur Brestisson var eisini ítróttarmaður. Í tí leikinum slapp Sigmundur av við vreiðina. Og ítrótturin avmarkaði rúsdrekkanýtsluna av somu orsøk.

Sigmundur gjørdist sum fráleið ein harður fýrur. Drakk sum eitt svín, men bert í vikuskiftunum, kortini.

Tá ið hann hevði sagt skúlanum farvæl, fór hann at læra til húsasmið. Komin nakað væl áleiðis, slepti hann ítróttinum upp á fjall. Hann arbeiddi hvønn dag, men fremst í huga lá vikuskiftið.

Tá skuldi drekkast


Fólk fingu skaða

Við drekkarínum hjá Sigmundi og feløgum fylgdi harðskapur. Allastaðni, teir høvdu stigið lá ein slóð av nasablóði og brotnum limum.

- Myrkrið hevði valdið á mær, sigur Sigmundur, sum minnist klikuna av kammerátum sum ein brøðraskap, har treytaleyst trúfesti var loysunarorðið.

- Vit hataðu øll, og felagsnevnarin í virksemi okkara var harðskapur, sigur Sigmundur, sum minnist, at hann aldri var glaður, tá ið hann var edrúur.

Føroysku rættarskipanina er Sigmundur illa eintur við. Sambært hann er hon ov veik, og var hetta ein av orsøkunum til, at villskapurin helt fram.

- Tað gekk ov long tíð til gamlar syndir vórðu avgreiddar, minnist hann.

Vantandi avleiðingarnar høvdu við sær, at harðskapurin vant upp á seg, og gjørdist ógvusligari. Fólk fingu skaða, tá ið Sigmundur Brestisson gekk berserksgang við vinunum.


Treytaleysur kærleiki

Lóggávuvaldið fór at troyttast av ólevnaðinum hjá tí harðu kjarnini í Klaksvík. Fyri Sigmund hevði hetta við sær, at hann umsíðir varð dømdur. Fimm mánaðar í fongsul, ljóðaði rokningin fyri fyllskap og tilvildarligan nevaleik í vikuskiftunum.

Meðan alt hetta fór fram, búði Sigmundur hjá ommmuni í Klaksvík. Hon var sjálvandi nívd av atburðinum hjá ommusoninum. Men í roynd og veru visti hon ikki, hvussu ógvusligt tað gekk fyri seg. Ikki fyrr enn løgreglan fyrstu ferð dukaði á dyrnar og spurdi eftir Sigmundi.

Omman varð skelkað. Men hon vísti ikki dronginum durafjórðingin. Tvørtur ímóti. Eina náttina, stutt eftir at yvirvaldið hevði verið á vitjan, purraði hon ommusonin út. Hon setti seg at kína tí óttafulla dronginum um ennið og segði, at hon elskaði hann yvir alt á jørð.


Á møti í Betesda

Treytaleysi kærleikin frá gomlu ommuni rein kortini ikki rættiliga við villa unglingin beinanvegin. Stutt eftir var løgreglan aftur í túninum. Hetta var byrjanin til nýggja lívið hjá Sigmundi Brestissyni.

Stutt eftir fór balstýrni Sigmundur sjálvur triði á ungdómsfund í Betesda, sum er partur av brøðrasamkomuni. Fyrsti maður, teir bóru eygað við í Betesda, var sýslumaðurin, Karsten Hansen, sum stutt áðrenn hevði avhoyrt drongin á løgreglustøðini. Í hesi løtu varð Sigmundur eitt sindur lotur, men valdi at trína inn kortini. Og í Betesda kendi hann seg vælkomnan. So væl, at hann valdi at koma aftur.

Fyrsta hálva árið hjá brøðrunum livdi Sigmundur eitt tvílív. Drykkjuskapurin minkaði nakað, og hann las í Bíbliuni. Men hann fataði ikki kjarnina í lívinum sum kristin,

- Eg livdi sum ein fariseari. Var okkurt vilt á skránni í vikuskiftunum, so var ballada beinanvegin. Eg varð ongantíð kallaður, sigur Sigmundur.


Óvæntað kall

Í 1991 doyði pápi Sigmundar. Missurin og longsulin fingu faðirloysingin at hugsa djúpri. Men enn gekk hann bara og spældi umvendur. Hetta helt fram til hann fekk samband við fólk úr samkomuni, ið elskaðu hann treytaleyst. Og sum elskaðu Guð treytaleyst.

- Og so kom kallið. Tað ljóðar kanska eitt sindur løgið, men eg varð kallaður, meðan eg stóð og kastaði mær á vatninum ein morgunin. Eg skalv, var óttafullur og sveittin spríkti úr mær, minnist hann.

Á eini andakt stutt eftir løgdu samkomufelagar dent á at biðja fyri tí óttafulla unglinginum. Sjálvur lá Sigmundur á fyrsta sinni á knøunum og bað. Og bønirnar vórðu eftir øllum at døma svaraðar. Tí nú kendi hann seg umsíðir loystan úr øllum tí gamla og kundi fara undir nýggja lívið.

- Mítt fyrra lív var eitt farið kapittul. Eg varð fyrigivin...


Las og giftist

Kammerátarnir úr harðligu klikuni komu nú kropp á kroppi til Kristus. Eftir einum ári vóru tríggir teirra umvendir. Og yngri beiggin, sum Sigmundur lá og bað fyri drúgvar vøkunætur, valdi eisini somu leið.

Hóast Sigmundur var fyrigivin í erva, lá versliga rokningin enn ógoldin. Tvey ár eftir stóru broytingina í lívinum, varð hann tikin inn at sita dómin fyri harðskap. Tá var hann longu farin undir at læra til skipara. Mánaðarnar í geglinum í Havn vórðu nýttir at lesa uppá.

Hendan lesturin var Sigmundur liðugur við á sumri í 1995, og árið eftir giftist hann Elisabeth Sivertsen úr Norðdepli. Tey eiga nú tvær døtur; tvey ára gomlu Turið og 10 mánaðar gomlu Tóru.

Sigmundur Brestisson sigur, at lívið júst nú snýr seg um at vera um smáu børnini og konuna. Og alt verður gjørt í navni Guðs. Í frítíðini er hann sera virkin í samkomuni, har skipað verður fyri regluligum bønar- og uppbyggingarfundum og sunnudagsskúla


Fyrigivin og broyttur

- Eg kann ikki siga, at eg ikki felli aftur. Men eg eri kortini fullvísur í, at mítt akker fer at halda, tí eg trái eftir øðrum enn brennivíni. Synd er njóting; søt, men stutt, meðan mín framtíð er ljós, tí himmalin bíðar, sigur Sigmundur.

Hóast hann angrar lívið, hann livdi, áðrenn hann varð frelstur, ræðist hann ikki fyri at hyggja upp á fólkini, hann fór illa við.

- Men eg livi ikki í anguri. Guð hevur fyrigivið mær, og eg vóni, at tey menniskjuni, ið eg hartaði, eisini fara at fyrigeva mær...

Ein fyrrverandi durðarvørður í Klaksvík minnist Sigmund á yngri árum:

- Hann var øgiligur. Vit ræddust hann. Skuldi hann takast, máttu vit vera fleiri. Men nú? Ja, nú er hann fittasti maður í Norðuroyggjum...