Aksel er varaløgmaður

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, er varaløgmaður, nú Kaj Leo Johannesen hevur loyst Jacob Vestergaard og Anniku Olsen úr teirra embætið sum landsstýrisfólk.

Tað boðar løgmaður frá í tíðindaskrivi.

Løgmaður umsitur nú fyribils sjálvur tey málsøki, sum tey hava varðað av.

Jacob Vestergaard hevur verið varaløgmaður, síðani hann loysti Jørgen Niclasen av sum landsstýrismann í uttanríkismálum. Hann hevur eisini verið landsstýrismaður í fiskivinnumálum.