Floksleiðslan hjá Javnaðarflokkinum stuðlar fult út formanninum í, at tað almenna skal gera Skálafjarðartunnilin.
Flokkurin hevur havt floksleiðslufund í Losjuni í Havn í kvøld, og har kom floksleiðslan til ta niðurstøðu, at flokkurin fult út stuðlar formanninum.
Gerhard Lognberg hevur annars alment boðað frá, at hann er fúsur at taka undir við uppskotinum hjá landsstýrinum – og harvið bjarga landstýrissamgonuni úr stórari kreppu, eftir at løgmaður hevur lovað honum, at 150 milliónir krónur verða settar í P/F Sandoyartunnilin afturfyri, at at løtingið tekur undir við, at uppskotið hjá samgonguni um at lata eitt danskt privat felag gera, eiga og reka Skálafjarðartunnilin.
Stóri trupulleikin hjá løgmanni er, at partamaður hansara, Bárður Nielsen, eins og Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum og Jenis av Rana úr Miðflokkinum, hava boðað frá, at teir taka ikki undir við uppskotinum hjá landsstýrinum. Tí má løgmaður hava stuðul úr andstøðuni.
Gerhard Lognberg hevur lovað honum stuðul, og Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldinum, hevur givið til kennar, at hann er til at tosa við.
Á floksleiðslufundinum hjá Javnaðarflokkinum í kvøld møttu bara tvey umboð fyri Sandoy, Gerhard Lognberg sjávlur saman við einum øðrum umboð. Gerhard Lognberg fór av fundinum og var ikki til staðar, tá niðurstøðan varð gjørd,
Aksel V. Johannsen sigur, at endmálið við fundinum var ikki at taka støðu til framtíðina hjá Gerhardi Lognberg í flokkinum.
– Evnið á fundinum var at taka støðu til, um floksleiðslans tók undir við flokkinum í, at tað almenna skal gera Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin. Og floksleiðslan tók fult undir við flokkinum, sigur Aksel Johannesen.
Hann sigur, at hann sær tað ikki sum um, at flokkurin tekur støðu fyri ella ímóti Gerhardi Lognberg.
– Spurningurin er bara, um hann tekur undir við flokkinum ella ikki. Stuðlar hann samgonguni og atkvøður fyri uppskotinum hjá samgonguni, so hevur hann sjálvur valt flokkin frá, sigur Aksel V. Johannesen, sum framvegis sigur seg hava eina vón um, at flokkurin kann koma til ein felags støðu, tá málið kemur til aðru viðgerð í løgtigninum.