Nú gera Føroyar eins og ES og seta tiltøk í verk ímóti tveimum russiskum reiðaríum, sum eru løgd undir at føra hybridhóttanir til frama fyri russisku stjórnina. Talan er um tvey russisk feløg, Murman SeaFood og Norebo JSC, sum hava fiskiloyvi í føroyskum sjógvi, og eru millum tey, sum í ES eru undir illgruna fyri hybridatgerðir, og sum sostatt koma undir strong avmarkandi tiltøk.
Í viðmerkingunum til uppskotið stendur, at við løgtingslóg nr. 90 frá 17. mai 2022 varð heimilað landsstýrisfólkinum í uttanríkismálum at seta líknandi tiltøk í gildi í Føroyum, við støði í avmarkandi tiltøkum, samtykt í millumtjóða felagsskapum, ella sum hava breiða millumtjóða undirtøku, og sum hava til endamáls at “...tryggja virðing fyri fólkaræði, mannarættindum og altjóðarætti í sambandi við atgerðir, sum máa undan ella hótta sjálvræðisrættin, óheftnið og støðufestið hjá Ukraina.”
Síðani 2024 hevur Evropasamveldið arbeitt miðvíst við at seta í verk avmarkandi tiltøk, sum ikki beinleiðis eru knýtt at innlimanini av Krim ella innrásini í Ukraina, men sum viðvíkja viðurskiftum, sum gera seg galdandi innanhýsis í Russlandi ella atgerðum, sum eru framdar í ella móti øðrum londum.
Ráðið fyri Evropasamveldið tók tískil 27. mai 2024 avgerð um tiltøk í sambandi við brot á grundleggjandi mannarættindi og vantandi rættartrygd innanhýsis í Russlandi og 8. oktober 2024 avgerð um tiltøk í ljósinum av destabiliserandi virksemi, sonevndum hybridhóttanum (hybrid threats), sum ES metir, Russland hevur sett í verk ella hevur umbiðið. Hybridhóttan er felagsheitið fyri ymisk sløg av atgerðum, sum eru undir markinum fyri hernaðarligum virksemi, men sum eru ætlaðar annaðhvørt at røkka sama endamáli, ella at styðja verulig hernaðarátøk, heruppií við netálopum, FIMI, uppíblanding í fólkaræðisligar skipanir, nýtslu av flóttafólkastreymum, kaðalslit, njósnaraátøk o.a.
Í kjalarvørrinum av hesum hevur ES sett í verk tiltøk móti persónum og eindum, sum eru undir illgruna fyri at bróta grundleggjandi mannarættindi ella at viðvirka í sambandi við hybridatgerðir.
Tað eru serliga tiltøkini í sambandi við hybridhóttanir eftir fyriskipan 2024/2642, sum eru viðkomandi fyri Føroyar, tí tvey russisk feløg, Murman SeaFood og Norebo JSC, sum hava fiskiloyvi í føroyskum sjógvi, eru millum tey, sum í ES eru undir illgruna fyri hybridatgerðir, og sum sostatt koma undir strong avmarkandi tiltøk.
Meira kann lesastum løgtingsmálið við at trýsta her