Aksel: Gerhard oyðileggur Javnaðarflokkin

Formaðurin í Javnðarflokkinum hevur mist tolið við rebelska tingmannin úr Skopun

Formaðurin í Javnðarflokkinum hevur mist tolið við rebelska tingmannin úr Skopun

 

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, er til reiðar at taka tað óvanliga stigið taka limaskapin frá einum av løgtingslimum floksins. Tolið við Gerhard Lognberg er uppi.

 

- Bæði veljarir og aðrir flokkar seta spurnartekin við okkara flokk. Um vit í heila tikið kunnu roknast at vera ein stjórnarberandi flokkur, tá tingmanningin ikki kann standa saman í týðandi málum. Tí snýr hetta seg um trúvirðið á flokkin, sigur Aksel V. Johannesen.

 

Aksel V. Johannesen leggur dent á, at manglandi floksdisciplinin hjá Gerhardi Lognberg er oyðileggjandi fyri Javnaðarflokkin.

 

- Tað hendir áhaldandi, ferð eftir ferð, at hann gongur ímóti flokkinum. Tað skaðar trúvirðið hjá flokkinum. Tí kann Gerhard Lognberg ikki framhaldandi vera partur av flokkinum og ímóti flokkinum ísenn, argumenterar Aksel V. Johannesen.

 

Aksel V. Johannesen er gestur í tíðindunum á Rás2 klokkan 12.